|
Uni \ er helst best kendur sum trummuleikari í punk-popp-rokk bólkinum 200 og Mold, sum var sera nógv frammi í 90árunum. Men Uni er eisini virkin í fleiri høpum. Uni er útbúgvin jarðfrøðingur og starvast á jarðfrøðissavninum. Hann býr í Havn saman við unnustuni Birnu og soninum Balduri. Uni hevur, umframt at vera virkin trummuleikari, saman við Niels A. Galàn gjørt nógvar húsar til føroyskar fløguútgávur, og á seinasta AME, sum varð hildið í Norðurlandahúsinum í 2005, vunnu teir virðisløn fyri húsan til fløguna ”Viva La Republica” hjá 200. Hetta sama toymið hevur eisini sniðgivið og gjørt húsan til fløguna Koma, og Uni hevur eisini sniðgivið heimasíðuna. Uni koyrir í einum grønum Partner, er tó eisini sæddur í einum SAAB 99. |
|