Greinar \ Ummæli \ Tónar \ Løgini \ Hugarensl
16 november 2005 \ Kjarnin í tí vibrekna lívinum \ Jan Lamhauge

15 november 2005 \ Myrk debut \ Rókur J. Jacobsen

4 oktober 2005 \ Petur Pólson í Rokkstovuni \ Rasmus Rasmussen

15 august 2005 \ Ein krókur at kroka, U2 ummæli \ P. Pólson

14 august 2005 \ Hjørdis og gentunar á G! \ P. Pólson

Kjarnin í tí vibrekna lívinum \

Við síni fyrstu solofløgu, »Koma«, kemur Petur Pólson sterkt inn aftur á føroyska tónleikapallin. Petur hevur nógv upp á hjarta, og geva hansara yrkingar tónleikararnum íblástur til at geva sítt besta. Soleiðis skapast ein sterk ljóðmynd og spyrjast fleiri perlur burtur úr »Koma«

Jan Lamhauge \ Dimmalætting \ 16 november

Eitt tað fyrsta, tú bítur merki í á »Koma«, er sjálvt ljóðið. Við Grót-umhvørvinum komu tvey rák innan føroyskan tónleik: Annað var, at føroyskur tónleikur flutti seg eitt áramál fram og gjørdist partur av samtíðar úttrykkinum á altjóða pallinum. Hitt rákið gekk øvutan veg - inneftir - og fekk føroyskur tónleikur betri samband við sínar røtur.

Júst hesi rák eyðkenna tónleikin á nýggju fløguni hjá Peturi Pólson, »Koma«, ið hevur eitt nútímans, altjóða ljóð, samstundis sum tónleikurin fær íblástur úr bæði føroyskum og útlendskum fólkatónleiki.

Talan er um nútímans rokk við triphop íblástri, ið leiða tankarnar á bólkar sum Radiohead, Portishead og Sigur Rós. Umframt sjálvt ljóðið, so hava hesir bólkar og Petur eisini tað til felags, at tað er ein gjøgnumgangandi melankolsk kensla í teirra tónleiki. Hóast Petur ikki er nakar stórur tónleikari, dugir hann at finna júst teir røttu tónleikarnar at vekja síni frálíku orð til lívs. Tað tykist eisini, sum eru hansara yrkingar ein sjáldsama sterkur kveikjari, og fáa tey tað besta burtur úr tónleikararunum.

Soleiðis, sum tað eyðkennir nógvan nútímans tónleik, verður tað á »Koma« lánt frá øðrum tónleikasjangrum. Serliga er talan um íblástur frá fólkatónleiki, og gevur hesin íblástur seg serliga til kennar á løgunum, har Kári Sverrison er gestatónleikari. Kári sjálvur er ivaleyst ein kelda til íblástur fyri Petur, og er lagið »Eyma sál« bygd yvir Hjalgrímskvæðið, ið Kári og Enekk spældu á »Fýra nætur fyri jól«.

Monotonur sangur \ Størsti veikleikin á »Koma« er sangurin hjá Peturi. Petur hevur aldrin verið nakar stórur sangari, men hevur við árunum lært seg ymiskar mátar at fjala tað uppá. Hetta verður eitt nú gjørt við at Petur rappar ella teskar heldur enn syngur, og at ymiskar effektir verða lagdar á røddina. Hóast hetta hjálpir, og Petur ljóðar munandi betur, enn hann gjørdi í Visible Fish-døgunum, slepst ikki undan, at tað er alt ov lítil vídd í røddini. Tískil fær sangurin ikki rættiliga luft undir veingirnar á sangum sum »Jarðarferð«, »Einsemi« og »Fráferð«.

Ein annar máti at sleppa uttan um manglandi víddini í sanginum hjá Peturi, er at para røddina við aðrar røddir, soleiðis sum vit kenna tað frá Clickhaze-tíðini. Á »Koma« eru Sámal Ravnsfjall, Niels A. Galan, Kári Sverrisson og Guðrið Hansen gestasangarar, og eru tey eitt gott íkast til fløguna. Eins og ein annar sangari við djúpari monotonari rødd, Leonard Cohen, hevur ásannað, klæðir tað røddini hjá Peturi best at verða klædd við yndisligum kvinnurøddum. Tískil er tað serliga parlagið millum Petur og dugnaligu sangarinnuna, Guðrið Hansen, ið eydnast væl. Tá tey syngja saman, skapast ein hugtakandi »Vakurleikin og Ódjórið«-sameining millum djúpu myrku mannligu røddina hjá Peturi og høga yndisliga kvinnusangin hjá Guðrið, og gevur hetta tónleikinum eitt hægri flog.

Meistaraverk og avvíkjarir \ Tað eru fleiri perlur á »Koma«. Gjøgnumgangandi er talan um rættiliga einføld løg, har skerandi gittarin hjá Boga á Lakjuni, huglagsríka tangentspælið hjá Knúti H. Eystustein og øðrvísi triohop rútmurnar hjá Una Árting standa frammalaga í ljóðmyndini.

Sangurin, mær dámar best, er »Synd«, ið eg meti sum eitt meistaraverk. Her er tað serliga sameiningin millum skríggjandi gittarspælið hjá Boga á Lakjuni og mystisku og genialu tónarnir, Kári Sverrison spælir upp á bulgarska ljóðførið gadulka, ið byggja eina ógvusligan ljóðmúr, sum gera sangin óvanliga sterkan.

Ein annar væl eydnaður sangur er »Ekkó«, ið hevur eitt gott lag, og har áðurnevnda parlag millum røddirnar hjá Peturi og Guðrið hepnast væl. Við sínu kláru og høgu rødd prógvar Guðrið av álvara, hvussu dugnalig sangarinna hon er. Hartil fær sangurin ein eyka spennandi dimensión við mandolinspælinum hjá Eiler Hansen, ið leiðir tankarnar yvir á Portishead.

Óneyðugt speisemi \ Aðrar perlur eru eisini mystisku og eitt sindur óhugnaligu sangirnir, »Fremmandur« og »Eyma sál«, har ávíkavist Guðrið og Kári enn einaferð geva eitt gott íkast. Men lagið, ið brýtur mest frá, er tøkulagið »Timburmenn«, ið Símun úr Konoy hevur gjørt. Sangurin hevur ein skemtingarsaman tekst um ein neyðars mann, ið situr heima, nervasjúkur av timburmonnum. Sámal Ravnsfjall og Niels A. Galan eru gestatónleikarar á sanginum, og munnharpan hjá Sámali og elektriski gittarin hjá Niels minna um tónleikin úr western klassikaranum »Once Upon a Time In the West«, og myndar hetta væl vandarnar, neyðars høvuðspersónurin óttast uttan fyri læstu dyrnar. Umframt gott munnharpuspæl, hóskar rustaða røddin hjá Sámal sera væl til hendan sangin.

Hóast sangurin hevur sína sjarmu, haldi eg tó ikki, at speisami teksturin og blueskendu tónarnir hóska til restina av »Koma«. Petur og hinir skuldu heldur verið trúgvir móti álvarsama tónanum á fløguni, og hildið seg frá freistingini at koma við hesum »skemtingarsama« innslagnum.

Viðkomandi og viðbrekið \ Samanumtikið er »Koma« ein knasandi góð fløga, ið skilir seg burtur frá flestu føroysku fløgunum, ið koma út. Umframt sterku ljóðmyndina, er ein stór orsøk til tess tekstirnir, ið hava eitt munandi hægri flog enn ein er vanur at hoyra á føroyskum útgávum. Petur hevur eitt skapandi málbrúk og dugir at endunýta tað ríka bíbilska málbrúkið um burturvilstu sálina, ið ferðast einsamøll upp á tindar og gjøgnum dalar, fyri at finna heim.

Nú Petur trínir inn aftur á tónleikapallin eftir nøkur anonym ár í Sandavági, kennist tað tískil, sum tá religiøsir leiðarar venda aftur úr oyðimørkini, eftir at teir hava funnið sín boðskap. Petur vendir ikki bara aftur til tónleikapallin, tí hann saknar uppmerksomheitina, men tí hann veruliga hevur nakað upp á hjarta.

Tekstirnir skera snøgt sagt inn á bein á tilveruni og viðgera nakrar av mest viðkomandi royndunum, vit menniskju møta í lívinum. Tekstirnir koma tætt at kjarnuni av, hvussu viðbrekið mannalívið er. Heldur enn at fortreingja lívsins myrku síður, sum einsemi, svik, vónbrot, fremmandagerðing og rótloysi, hyggur Petur ræðslurnar beint í eyguni, og ger hetta fløguna serstakliga viðkomandi.

Komin til ljósið \ Nú kann tað kanska ljóða, sum talan er um ein svartskygda fløgu, men soleiðis er tó ikki. Sum heitið sigur, er »Koma« ein ferð gjøgnum myrkur, sum endar við, at Petur »kemur« til eitt ljósari stað í lívinum. Soleiðis endar fløgan við vakra lagnum »Koma«, ið Petur hevur gjørt til dóttur sína Døgg. Eftir at hava hoyrt Petur syngja um lívsins aldudalir, er tað hjartanemandi, at hoyra Petur syngja hendan vakra sangin til dóttur sína. Hartil endar Bogi á Lakjuni eisini »Koma« við einari sera sterkari gittarsolo.

»Koma« er ein týðandi sangur fyri javnvágina á fløguni, og tískil gevur tað góða meining, at fløgan er uppkallað eftir sanginum. Sangurin er við til at gera heildarmyndina av fløguni munandi ljósari, tí sólin er nevniliga ongantíð vakrari enn eftir myrkastu náttina, og heimstaðurin aldrin kærari, enn tá tú hevur verið burturstaddur.

5/6


Myrk debut \

Petur Pólson hevur útgivið eina frálíka útgávu, sum er merkt av myrkum og køldum sinnalagið. Fløgan er meistaraliga produsera, og eitt must hjá teimum ið eru áhugaði í føroyskum rokktónleiki.

Rókur Jákupsson Jakobsen \ Rokur@sosialurin.fo

Minimalisma \ Petur borðreiðir við eini kolsvartari debut. Huglagið á fløguni er kalt, myrkt, einsamalt og dapurt. Tónleikurin er einfaldur og kompositiónirnar eru gjøgnumgangandi grundaðar á nakrar fáar akkordir sum eru á rundferð, og yvir hesar leggur Petur lítlar einfaldar melodiir. Hetta gevur Peturi rásarúm til at syngja, rappa og nynna sínar myrku yrkingar. Hetta at tónleikurin er so einfaldur, gevur áhoyrarunum eina fatan av, at fløgan er sera stílrein. Kanska kann tað til tíðir gerast nakað keðiligt, tí at løgini líkjast rættiligt nógv hvørjum øðrum – í øllum førum tær fyrstu ferðirnar eg hoyrdi fløguna.

Men tað gevur áhoyrarunum ein spenning at fylgja við teimum smáu varriatióninum í melodiunum og akkordinum, so hetta (eg rópi tað) minimalistiska prinsippið riggar væl. Grundin til at tað riggar so væl, skal nokk eisini tillutast “the grand old man” Óla Poulsen. Hann hevur givið fløguni eina fyllu, sum eg rokni við, er altavgerandi fyri dygdina á fløguni.

Tað virkar sum um felagsnevnarin fyri tónleikin er orðið “lítið”. Fyri mær ljóðar tað sum um allir tónleikararnir spæla so lítið sum gjørligt, uttan tá ið okkurt veruliga skal henda. Hetta tykist smakfult og sterkt. Næstan øll løgini koma sníkjandi út ígjøgnum hátalarirnar, og er hetta symptomatiskt fyri mátan, teir spæla uppá. Tónleikararnir spæla sera atmosferiskt og skapa ein intensan alheim til tónleikin; ein alheimur sum sprettir og blómar rundan um Petursa rødd.

Sorgblídni og dramatiskar yrkingar \ Til tann sum ikki visti tað: Petur Pólson er ein framúrskarandi yrkjari. Hansara málburður er vakur og tungur. Tekstliga tykist tað sum um Petur yrkir nógv um at nerta ektaðar heitar kenslur; ein longsul eftir kærleika og nærleika. Tað svarta og tað hvíta. Líkasæla og viðkoma. Lív og deyði. Neyð og tryggleika. Mótsetningar verða stillaðir upp í yrkingum hansara, og hetta hóskar sera væl til dramatiska tónleikin.

Sostatt hevur Petur ein frálíkan platform til at leggja sína djúpu, karakteristisku og næstan teatralsku rødd útyvir kollagina. Ongin skal pástanda at Petur er ein sangari sum til fulnar meistrar tann tekniska partin av fakinum. Helst er hetta er heldur ikki hansara ambitión. Hann leitar eftir einum listarligum máta at vísa sítt sinnalag, og tað klárar hann eisini sera væl. Hansara tónalag og sinnalag manifesterar, at hann hevur so heilt ótrúliga nógv uppá hjarta. Røddin vísur okkum at Petur veruliga meinar tað sum hann sigur, og tað er eitt avgjørt pluss í tónleikaligi upplivingina av fløguni.

Tó haldi eg at røddin onkuntíð gerst meiri fjákut enn dramatisk, tá ið Petur kroystur seg ov langt niður. Tá ið innlivingin og tulkingin verður skumpað til viks fyri at fáa tann djúpasta tónan at raka so nøkulunda, missur tað rættiliga fitt av trúvirði. Eitt nú haldi eg, at tað er lemjandi fyri annars so frálíka lagið “Ekkó”, at Petur kroystir røddini niðurum sína sangbaru barrieru í versunum. Lagið Ekkó man annars verða ein heilsan til gamla meistarin Leohnard Cohen. Ekkó er samstundis eitt gott uppá eitt komandi hit á fløguni.

“Úr dýpinum” er eitt ófatiliga vakurt og væl produsera lag. Her hoyra vit nakrar fantastiskar ljóðsnildir í rappinum hjá Petur. Tað er rættiliga generelt fyri fløguna, at vit hoyra nógvar frálíkar ljóðkollagir, sum veruliga lyfta tónleikin upp á eitt stig, sum sjáldan verður rokkið við føroyskum útgávum. Tónleikurin, ja, fløgan, er eitt framúr gott handverk, sum Petur skal vera sera errin av.

“Eyma Sál” er ein undarlig samantvinnan av Petursa svarta huglagið og tí elligomlu føroysku sangtraditiónini. Kári Sverrisson syngur fagurt og inniligt við á lagnum, og eisini tílíkar gestaframførslur geva tónleikinum eitt nøkur heilt onnur amboð, soleiðis at tú sum lurtari alla tíð situr spentur og bíðar eftir næsta leikinum.

Røtur \ Fløgan er vøkur í síni tragisku tilveru. Tú situr alla tíð við eini kenslu av at menniskjan er veik og ófullfíggja, tá ið tú livur teg inn í Petursa heim. Kuldi, neyðin, deyðin, longsulin tykist at liggja frammaliga í mínum huga, tá ið fløgan buldrar framvið.

Eisini er eitt stuttligt innslag við Símum úr Konoy lagnum “Timburmenn”. Her syngja mætir menn sum Niels Arge Galán og Sámal Ravnsfjall saman við Petur. Hetta riggar stak, stak, stak væl, og er enn eitt boð uppá eitt komandi hit. Men vit mugu ikki gloyma Guðrið Hansen. Hon syngur m.a. við á lagnum Ekkó, og her hava vit eitt stórt talent. Guðrið hevur verið rættiliga nógv frammi í ár sum tónleikari, og tað er gleðiligt at hoyra, hvussu nógv hon hevur tikið seg fram seinasta árið.

Samanumtikið má sigast at fløgan er eitt “must” hjá teimum ið fylgja við føroyskum tónleiki. Tað skuldi verið ótrúligt um fløgan ikki gjørdist ein dundrandi succes, tí hon er millum tær heilt góðu fløgurnar sum eru komnar út tey seinnu árini.

Eg gleðist um at Petur aftur aktivt hevur blandað seg í tónleikalívið her heima, eftir at hann hevur verið í eksil í nøkur ár.

Faktabox \ Petur Pólson \ Koma

Prodúsari \ Bogi á Lakjuni við Eiler Hansen og Petur Pólson

Útgevar \ Tutl

Ljóðbland \ Óli Poulsen

Petur Pólson; sang, gittar, rhodes

Eiler Hansen; gittar, mandolin

Knút H. Eysturstein; ljómborð, rhodes, gittar

Bogi á Lakjuni; gittar, ljómborð

Niels Jákup í Jógvansstovu; Bass

Uni Árting: Trummur


Petur Pólson í Rokkstovuni \

Rasmus Rasmussen

Fyrsta einstaklingafløgan hjá Peturi Pólson kemur út innan fáar vikur, og fer at bera heitið, Koma. Trý løg av henni vóru í dag frumspæld í Rokkstovuni, tey vóru løgini, Eyma Sál, Fremmandur og Timburmenn, sum er eitt lag hjá Símuni Von Konoy, ið Petur og manning meistarliga tulka.

Fløgan er upptikin í Sandavági, í kjallarinum hjá einum vinmanni hjá Peturi, og hetta siga tey sum vóru við, var við til at geva teimum íblástur, og merkti tónleikin, ið varð spældur. Óli Poulsen varð nógv róstur í sendingini, takkað verið hansara ljóðblanding og ljóðviðger, ið øll sum eru við, eru stak væl nøgd við.

Tónleikurin á Koma, er fyri tað mesta myrkur, og tað eru evnini, ið Petur viðger í sínum tekstum, eisini í ein stóran mun. Og so kanst tú freistast til at halda, at Petur er í so svartskygdur.

Men eg haldi tað júst tað øvugta. Tað sýnist fyri mær sum um, at Petur við sínum tekstum og tónleiki, syngur um, og harvið varpar ljós á tað líðing, ið hann hevur upplivað, til tess at sleppa burtur frá henni. Og kenni eg hann rætt, so vónar hann, at um nakar kennir seg aftur í hansara orðum, og í tónleikinum, sum er at hoyra, kann tað hava við sær at hesi, í størri ella minni mun, somuleiðis føla ein lætta. Tað haldi eg at hann megnar á, Koma, og tað er júst tað, sum tónleikur, og list annars, í besta føri kann hava við sær.

Listamaðurin Petur Pólson er endiliga komin undan kavi aftur, saman við sínum frálíku tónleikarum og vinfólkum, og prógvar enn einaferð, eins og hann gjørdi við m.a. sínum yrkingasøvnum og saman við Clickhaze, hvussu væl hann dugur at syngja, at yrkja, at samskipa, og at gera tónleik, og tað skalt tú Petur, og tey sum hava hjálpt tær, eiga stóra tøkk fyri.


Á vitjan hjá u2 í keypmannahavn \

Seinasta dagin í juli mánaða var eg á konsert hjá U2 í Ítróttarparkini í Keypmannahavn. Hetta var mín 3 konsert við írska bólkinum, sum hevur havt stóran týdning í lívi mínum seinastu 20 árini. Og eg vil bara staðfesta beinanvegin, at tann sum væntar eina sakliga og kritiska viðger, má heldur loypa hetta um.

Umstøðurnar rundan um hesa ferð, gjørdust eitt sindur meiri ørvitaðar, enn eg hevði ætlað. Tað byrjaði í desember mánaða, tá eg hoyrdi, at U2 helst fór at koma til Danmarkar. Eg setti meg í samband við flogfelagið, sum plaga at skipa fyri slíkum túrum. Tað gekk, og eg bílegði 4 atgongumerki. 2 til vinfólk og so eitt til mín og eitt til mín besta vinmann. Nóg illa liðugur at ringja, so sigur unnustan, at hon vil sleppa við. Hon vil ordiliga illa sleppa við. Eg ringdi til flogfelagið, men har var onki at gera. Ongi atgongumerki eftir. Eg noyddist at ringja til vinmann mín, og siga sum var, at heimastýrið vildi so illa við, at kundu vit ikki keypa hansara atgongumerki. Skuldi kanska viðmerkt, at vinmaðurin eisini er góður við U2. Hann lat tað henda. Seinni fekk unnustan arbeiði. Eitt arbeiði, sum gjørdi, at tað helst ikki fór at bera henni til at koma á konsert. Men hon royndi at seta tiltøk í verk. Eg ringdi aftur til vinmannin og segði, at kanska konan ikki kundi koma. Um hann so var til reiðar. Jú, segði hann. Men konan royndi. Vit skuldu til Danmarkar leygarmorgunin, við flogfari klokkan 8.15. Fríggjakvøldið klokkan 02.15 var konan enn ikki vís, um hon kundi koma við ella ei. Eg lat telefonina liggja, ringdi ikki til vinmannin. 23 minuttir áðrenn vit fóru tosaði unnustan okkurt um at geva upp og vera eftir. Tá var eitt sindur ov seint at ringja til vinmannin. Hann býr í Eysturoynni. Tá vit vóru komin til Danmarkar seldi eg atgongumerkið, sum heimastýrið skuldi hava. 15 minuttir eftir at eg hevði selt atgongumerkið ringdi telefonin. Tað var ein arbeiðsfelagi hjá konuni, sum segði, at tað var í lagi at býta vaktir, so at unnustan slapp á konsert. 15 minuttir eftir. Eg havi ringa samvitsku móti konuni, vinmanninum og mær sjálvum. Eg hevði ikki fingið nummarið hjá tí, sum keypti atgongumerkið. Men eg sat við síðuna av viðkomandi, sum hevði eitt so stóra og hjartaliga uppliving, at tað bøtti – eina løtu – um samvitskuplágur mínar.

Eg hevði sitipláss á konsertini. Tað er fyrstu ferð, eg havi roynt tað, men hetta kvøldið gjørdi tað onki, tí at tað pissregnaði tað mesta av konsertini. Eg hevði ein fjálgan krók har eg sat í berari t-skjúrtu og krokaði og hugnaði mær. Eg fari ikki at tosa um bólkarnar, sum hitaðu upp; Soundtrack of our Lives og Razorlight, av teirri orsøk, at teir júst hitaðu upp, meðan man sat har alspentur og bíðaði eftir at klokkan skuldi nærkast 21.45, og U2 kom á pallin. Men teir vóru fittir tó, upphitingarbólkarnir.

Klokkan 21.40 fór bylgjan gjøgnum Parkina. 48000 fólk. Fimm minuttir seinni slóknaðu ljós, eitt lag hjá bólkinum The Arcade Fire kom úr hátalarunum. So vóru teir har: Bono, The Edge, Adam og Larry. Og alt byrjaði: VERTIGO rungaði og vit lupu upp úr stólunum. Klappaðu, róptu, hoppaðu og skríggjaðu. Ein, sum eisini sat har vit sótu, og eg samdust um, at hetta helst var so nær vit komu at gera totalir tannáringar aftur. Vertigo rokkaði. So komu tveir gamlir frá fyrsu útgávuni: I Will Follow og Electric Co. Eina løtu var eg fullkomiliga eydnusælur. Gloymdi atgongurmerkjatrupulleikar og samvitskukvøl. Sang við av hjarta. Feldi tár. Græt. Stillisliga, men sanniliga byrjaði Elevation. Bara ein guitari og Bono. Teir geilaðu okkum upp. Øll sungu við, og tá teir komu til har, sum teir syngja EL-E-VATION, tagdu teir, og eftir var bara rómurin av 48000 menniskjum, sum skrálaðu EL-E-VATION. Elevation merkir upplyftan, og tað var júst hetta, sum fór fram her. Vit vórðu lyft upp úr okkara egna grundvølli og inn á aðrar legur, andaligari, glaðari, fylri, størri. Eina løtu. So byrjaði bassurin at runga: New Year’s Day. Á, tann góði sangur. Alt er stilt á nýggjársdegi, syngja teir. Eitt niðurlag, sum er bara so heilt ótrúliga vakurt og gott: ”I will be with you again”. Og tað vóru teir. Aftur hjá okkum. Hóast sangurin helst er skrivaður til onkran, og merkir okkurt persónligt, tók eg tað persónliga sum eina staðfesting av, at hetta kvøldið vóru tað U2 og vit. Og so Beautiful Day. Vit grótu, flentu, sungu, hoppaðu. Tað var ein vakur dagur. Tað pissregnaði, men folk vóru glað. Tey høvdu ein fullkomiliga vakran dag. Eisini vit, sum krokaðu, høvdu næstan hug at fara út í regnið eina løtu, fyri at uppliva tað saman við teim vátu og bólkinum, sum eisini vóru eitt sindur vátir. Uttan trummarin, sum hevði eitt regnskjól uppi yvir trummisettinum. Og soleiðis helt kvøldið fram. Tað, teir spældu var alt samalt ófatiliga gott. Balsam. Bono hevði onkra lítla talu. Hann hevur ein greiðan boðskap til fólk. Til heimin. Um at vit eiga at taka okkum saman og leggja nakað í tað, sum gongur fyri seg. At fólk hungra, doyggja av líðingum, sum vit í vesturheimin kunnu lekja við at fara inn í ein hvørja kiosk og keypa okkurt fyri tí. Men lond eru so fátøk, at fólk eru so illa stadd, at verða tey bitin av mýggjabitum, doyggja tey. Hetta kunnu vit gera nakað við. Og vit eiga at gera nakað við tað. Tað er ov galið, at ein rokkstjørna úr Dublin noyðist at fortelja okkum tað. I Still Haven’t Found What I’m Looking For, All I Want Is You, City of Blinding Lights, Miracle Drug, Sometimes You Can’t Make It On Your Own. Eina løtu var tað sum at vera á einum vekingarmøti. Bono segði eisini fleiri ferðir, at sangirnir skuldu verða bønir. Bønir um,at vit ikki gerast bølmenni til tess at berja bølmennini niður. ”Take this to church” segði hann við hinar, áðrenn eitt solo-petti.

Á eini sending sum var á CNN segði Bono, at hann helt, at allir sangir teir nakrantíð hava skrivað, eru lovsangir til Gud, til skapanina. Eisini teir illu, legði hann aftrat. Hetta kvøldið ljóðaðu sjálvt teir illu sangirnir av júst hesum: lovsangi. Love And Peace Or Else, Bullet The Blue Sky, Miss Sarajevo. Mótmælissangir. Vekingarløg til ein heim, sum hevur tað best tá hann liggur og etur kips og drekkur kola, meðan hann eygleiðir kríggj, neyð, aids, insest og hvat veit eg í sjónvarpinum. Kallar tað undirhald. Keðir seg, um folk ikki doyggja triðja hvørt sekund. Sigur ”hundans tíð”, tá onkur biður um eitt oyra til hjálparfelagsskapir. ”Sovorið helvitis tvætl” er generella hugsanin um Amnesty International (millum fleiri). Tað er gott, at ein 45 ára gamal írskur rokkara, sum er pápi til 4 børn, gongur runt heimin og øsir seg inn á okkum.

Tríggir sangir komu aftrat, áðrenn U2 á fyrsta sinni takkaðu fyri seg: Pride (In The Name of Love), Where The Streets Have No Name og One. Ein áminning um tey, ið hava strítt og barst móti órætti og menniskjans vesældømi. Vit fingu eina áheitan um at samvirka sum eind til tess at broyta heimin. Tað eru ikki nógv fólk í veruleikanum, sum trúgva at tey eru før fyri at broyta nakað í heiminum, men Bono er also ein, og hann hevur evni til at fáa onnur at trúgva tí við.

Fyrsta eykasettið hevði trý løg. Zoo Station og The Fly av Achtung Baby, og With or Without You. Skuldi eg sagt nakað, sum ikki er ein beinleiðis lovprísan, so vildi tað verið, at tó at teir báðir fyrru sangirnir vóru sera góðir, so hóskaðu teir seg kanska ikki so væl inn í heildina á hesi konsertini á sama hátt sum teir gjørdu tað á ZOO TV Tour, sum var í Danmark í 1993. Tá vóru hesi bæði løgini berandi. Tey byrjaðu konsertirnar og løgdu lag á. Hesu ferð vóru teir tvey feit eykaískot, men kanska ikki so tíðarhóskandi í heildini. Men With or Without You er altíð eitt einastandandi gott lag. Og tað var tað avgjørt eisini hetta kvøldið.

Tá teir aðru ferð høvdu sagt farvæl, komu teir inn aftur, og endaðu konsertina við einum braki. Fyrst spældu teir All Because of You, sum hetta kvøldið var sera flott framført og rokkaði. Síðani Yahweh, framført við einum akustiskum guitara, sangi, áðrenn tangentar og bassur komu inn. Hetta var eitt inniligt lag, sum legði kvøldið í andakt, ikki minst tá Bono fann upp á og sang ”take this city’s heart and keep it safe”. Ein áminning um, at teir vistu, at eftir bumburnar í London hevði Danmark fingið ávaringar. Ein rokksangari, ið hugsar um onnur enn seg. U2 endaðu konsertina, sum teir byrjaðu hana: við Vertigo. Fleiri hava havt at teimum fyri hetta. At spæla eitt lag tvær ferðir er ofta fyri bólkar, sum ikki eiga so nógv tilfar at taka av, og tí spæla teir okkurt kent umaftur. At U2 gera tað, ein bólkur sum hevur givið fløgur úr síðani 1980, er eitt sindur frekt. Men tað riggaði. Og tað gjørdi konsertin eisini. Ein vinmaður segði, at hann kendi seg meiri andaliga uppbygdan aftan á hesa konsertina enn hann hevði gjørt eftir fleirtals møti. Soleiðis kendi eg tað eisini, meðan vit gingu heim, leitaðu eftir taksa ella toki at koyra. Móð, men fullkomiliga eydnusæl.

Sandavágur, august 2005

Petur Pólson


Hjørdis og genturnar á G! \

-eitt afturlit

Eg minnist tá eg var ein lítil smádrongur, at mamma ella pápi mín (sum tá vóru gift enn) høvdu bílagt mær eina plátu við barnasangum. Eg minnist hvussu alspentur eg var henda dagin, plátan skuldi koma.

Henda plátan við hesum stuttliga elefantinum á kápuni. Á súkklu. Og so litirnir. Og so elefanturin. Og so løgini. Løgini. Eg minnist hvussu eg elskaði løgini. Serliga tey, sum Eyð sang. Eg elskaði hennara hásu, nasalu rødd. Og so løgini. Tað lagið, sum rørdi meg allarmest, var ”Í barnagarði ynski eg”. Eg minnist ikki hví, men eg kendi eina so djúpa empati við hesum neyðars barni, mátti sita heima. Seinni havi eg hoyrt, at sangurin er løddur við politiskum statementum, men tað legði eg líka í. Í Gøtu var ongin barnagarður, men eg minnist hvussu synd eg tók í mær sjálvum, tí eg heldur ikki slapp í barnagarð.

Indianarabørnini, sum lupu á bláman. Eg dugdi heldur ikki at svimja (dugi nóg illa enn). Eg minnist at ein sangur fekk meg til at royna at skaffa mær skursl á fingurin, so hann kundi ballast. Einaferð fór eg at gráta, tí at tað ikki var eitt lummaturriklæði. Men dukkan Fía. Tað var ikki fyrr enn eitt sindur seinni, at eg fór veruliga at kenna við hesum sangi. Kanska var tað tí at eg onga dukku átti. Men eg kendi atmosferuna. Sangir, sum fingu meg at flenna, syngja bimm bamm bussa, og halda øll fólk verða úr livurpostei.

Tá eg hoyrdi, at Hjørdis og genturnar skuldu spæla á G! gjørdist eg rørdur inn á merg. Eg gleddi meg sum eitt lítið barn. Sjálvur eigi eg nú eitt lítið barn. Dóttirin Døgg var seinasta G! festival inni í búkinum á mammu síni, men henni tóktist at dáma væl G! Hetta árið skuldi hon so uppliva G! Og tað gjørdi hon við lít. Eg veit ikki hvussu nógv hon fekk við av konsertini, men hon klappaði og flenti og sang og rópti. Hon er 10 mánaðar gomul. Eg hevði tað nakað so ótrúliga gott á hesi framførslu. Stóð og sang við, græt, flenti, rópti, dansaði, mintist. Har var ongin elefantur. Men har var Hjørdis, og har vóru genturnar. Tær sungu allar hasar sangirnar, sum gjørdu meg til tað barn, eg var. Og nú stóðu tær har og sungu til tann mannin, eg eri nú. Tað var ein rørd løta. Og so løgini. So flott tey vóru.

Stuttligt alíkavæl, so glaður eg var henda dagin. Millum tárini í eygunum og klumparnar í hálsinum sang hjartað av gleði. Tað fløddi yvir av berum ovfarakæti. Tó at eg havi syrgt mangan um dukkuna Fíu. Ella barnið, sum ikki slapp í barnagarð, men mátti sita heima hjá sínum strævnu foreldrum og tekna. Sólin skein á barn mítt og eg hugdi eftir henni og sá, hvussu vakurt lívið er. At síggja sína dóttir elska Hjørdis og genturnar á sama hátt sum eg havi verið rørdur og havi elskað tær.

Takk fyri.

Petur Pólson

Sandavágur, august 2005