| Tíðindi \ | ||||||
|
2006
13-03-2006 \ Fremmandur nummar 3 06-03-2006 \ Koma á myspace 06-03-2006 \ Fremmandur á 15 teim bestu 05-03-2006 \ Timburmenn dotnir av 2005 27-11-2005 \ Upprunaligir Timburmenn 26-11-2005 \ Timburmenn á 7. plássi 15-11-2005 \ Brot úr Koma nú online 15-11-2005 \ Timburmenn á 15 t. bestu 15-11-2005 \ Koma úti um landið 01-11-2005 \ Undanútgávukonsert 13-10-2005 \ Útgáva 7. november 23-08-2005 \ Óli Poulsen ljóðblandar 14-08-2005 \ Tutl gevur út 14-08-2005 \ Bogi á Lakjuni prodúsari 11-08-2005 \ Nýggj heimasíða |
Fremmandur nummar 3 \ 13-03-2006 Koma á myspace \ 06-03-2006
Timburmenn dotnir av \ 05-03-2006 Eftir slakar 13 vikur inni á listanum á 15 teim bestu, datt lagið ”Timburmenn” av. Fløgan ”Koma” varð tilnevnd tvær Planet virðislønir í januar mánaða, og hetta eru menn sera takksamir fyri, og vilja samstundis nýta høvið at ynskja øllum teim vinnandi tónleikarunum tillukku.
Upprunaligir Timburmenn \ 27-11-2005 Vit hava fingið loyvi frá Símun úr Konoy at leggja upprunaligu útgávuna av lagnum "Timburmenn" á okkara heimasíðu, og tað eru vit sera rørdir og takksamir fyri. Far inn og lurta eftir lagnum undir "miðlar/tónar".
Timburmenn á 7. plássi \ 26-11-2005 Fyri tveimum vikum síðani var "Timburmenn" fyrsta lagið av "Koma" sum varð roynt sum eykalag á 15 teim bestu. Lagið megnaði at koma innar á einum 12 plássi. Hesa vikuna er lagið klovið upp á eitt 7. pláss. Tað ber til at atkvøða fyri lagnum her
Brot úr Koma online \ 15-11-2005 Vevmeistarin hevur lagt brot úr øllum løgunum á ”Koma” á heimasíðuna. Farið og vitjið ”miðlar” og síðani ”tónar” so ber til at hoyra 30 sekunds brot úr øllum løgunum á nýggju fløguni.
Timburmenn á 15 teim bestu \ 15-11-2005 Símun úr Konoy lagið ”Timburmenn”, sum Petur Pólson hevur lagt til rættis á útgávuni ”Koma” við prominentu gestunum Niels Arge Galàn og Sámal Ravnsfjall var seinasta leygarkvøld eykalag á 15 teim bestu. Atkvøðast kann her
Koma úti um landið \ 15-11-2005 Koma hevur verið úti í nakrar dagar nú. Hon átti at verið í flestu sølubúðum nú og í viku 46 liggur ”Koma” nummar 7 á listanum hjá 3-aranum yvir mest seldu fløgur. Undanútgávukonsert \ 01-11-2005
Koma kemur út mánadagin 7. november. Men longu leygarkvøldið 5. november verður skipað fyri eksklusivari undanútgávukonsert í Losjuni í Gøtu, har møguleiki samstundis er fyri, at ogna sær eintak av fløguni áðrenn hon kemur út.
Útgáva 7. november \ 13-10-2005Tað er G! Music, sum skipar fyri konsertini, sum byrjar klokkan 21, stundisliga. Kostnaður er 200 kr. og tá er eintak av "Koma" íroknað. Les meiri um tað her. Mánadagurin 7. november er settur sum dagurin, tá Koma fer í handlarnar, men áðrenn hetta, leygarkvøldið 5. november verður útgávukonsert í Gøtu. Nærri verður at frætta um hetta seinni Óli Poulsen ljóðblandar \ 23-08-2005 Tað verður navnframi føroyski tónleikasnillingurin Óli Poulsen, sum skal ljóðblanda fløguna. Hetta verður gjørt niðri í Keypmannahavn, har Óli heldur til. Óli hevur seinastu mongu árini havt ein fingur við í eini ørgrynni av føroyskum tónleikaútgávum, eins væl og altjóða, og á AME tiltakinum, sum varð hildið í Norðulandahúsinum fyrr í ár, vann Óli virðisløn fyri besta prodúsara. Bogi og Petur fara til Keypmannahavnar í september mánaði, har arbeiðið er sett at byrja tann 15. sept.
Tað verður plátufelagið Tutl, sum gevur fløguna xKomax út. Enn er ikki nakað neyvt dato sett á, men væntandi verður útgávan í september ella oktober mánaða. Uni Árting og Niels A. Galàn fara at sniðgeva og framleiða húsan. Bogi á Lakjuni prodúsari \ 14-08-2005 Bogi á Lakjuni er prodúsari á fløguverkætlanini xKomax, sum Petur Pólson stendur fyri. Bogi hevur ikki áður roynt seg í júst hesum leikluti. Hann skuldi upprunaliga spæla guitar á fløguni, men sat eisini og arbeiddi við pro-tools, sum hann sjálvur átti, og menn vórðu so mikið væl nøgdir við ljóðið, Bogi fekk skapt at arbeiða við, at nátúrligi endin av tí var, at Bogi gjørdist prodúsari umframt at vera upptøkustjóri.
Í næstum fer Petur at kunngera nýggja heimasíðu. Hon verður á sama stað, sum tann undanfarna: http://www.peturpolson.com. Ta fyrru síðuna gjørdi Eiler Hansen, og varð hon ætlað sum eitt slag av brellbita meðan fløguarbeiði var í gongd. Tá hetta nú er um at vera liðugt, hava menn gjørt av at koma við eini nýggjari síðu, sum fyrst og fremst skal lýsa fløguna xKomax, teir sum hava spælt hana, arbeiðið at gera hana, frá venjingum til útgávu, og annað fittligt tilfar. Tað er Uni Árting, sum hevur sniðgivið hesa nýggju síðu. Myndatilfarið er frá xKomax arbeiðnum. Teir, sum hava tikið hesar myndir eru: Uni Árting, Petur Pólson, Eiler Hansen, Niels Jákup í Jógvanstovu, Knút Háberg Eysturstein og onnur. |
|||||
