| jarðarferð \ einsemi \ timburmenn \ fremmandur \ hválv \ úr dýpinum \ eyma sál \ ekkó \ fráferð \ synd \ koma | |||||
|
Jarðarferð \ Petur Pólson og Eiler Hansen
fyrsta ferð \ jarðarferð \ kendist ikki \ heima her og eg veit eg \ ferðist einsamallur \ upp á tindar \ gjøgnum dalar í døprum dýpi á \ blindum botni \ sveima andar \ í fosturvatni til síðstu ferð \ jarðarferð \ kendust kanska \ heimleys her alt sum tú elskar \ fellur til jarðar alt sum tú elskar \ fellur til jarðar alt sum tú elskar \ fellur til jarðar alt sum tú elskar \ fellur til jarðar fjallið fjalir blóð \ í einsemi og ró \ nætur fjara burt \ og røddir verða skurr... alt, sum tú teskar í loynd kann avdúkast \ alt, sum tú heldur er heilagt kann dálkast \ alt, sum tú hevjar til skýggja kann falla \ alt, sum tú heldur er satt kann teg lúgva alt, sum tú tilbiður \ vil onkur spotta \ alt, sum tú elskar \ fer onkur at hata \ alt, sum tú vónar á \ vil onkur bróta \ alt, sum tú lítur á \ fer teg at svíkja kann helvitis eldur \ teg brenna til himmals \ kann helvitis eldur \ teg brenna til himmals hann situr og kúrir \ í oyðini høll \ sær flugur, tvístertur \ og stór torvatrøll nær man hann fara sjúkuni at basa \ nær kann hann aftur hurðina upplæsa og sveittin hann drívur \ úr hvørjari spong \ hann sær eiturkoppar krúpa \ í tí dýggjvátu songnær kann hann aftur hurðina upplæsa hann skelvir, hann piprar \ hann rópar, hann ristir \ hann eigur onki at drekka \ sjálvt um hann er tystur inn koma svartaklukkur \ av ymsari stødd \ ein halaleysur frensur \ og ein seyður uttan høvd nú bankar upp á dyrnar \ inn kemur reyðargull \ ein javnari, ein fløska \ av brennivíni full nú man hann fara sjúkuni at basa \ nú kann hann aftur hurðina upplæsa eins og fremmandur \ andlitsleysur \ rótleysur heima \ krossfestar røtur \ innaní eg leggi meg á knæ \ og bøna gudarnar um tað \ sum ikki hjálpist við \ og ikki sleppist undan \ himmalin er brotin \ frelsa smakkar eins og rotin \ skýmaskotin \ av innandeyðum gudum fremmandir \ meiningsleysir \ ein sál í angist \ í ævir bangist \ innanúr og brostna hjartað bløðir (út) fremmandur \ hjálparleysur \ ein sál í angist \ í ævir bangist \ innaní \ ert tú bangin \ innaní himmalhválv \ bíðar himmalhválv \ bíðar Úr dýpinum \ Petur Pólson og Knút H. Eysturstein í nátt er myrkrið endað \ í nátt er ljósið tendrað í nátt hava einglarnir svikið \ í nátt er trugvin følnað í nátt er hjartað í neyð \ í nátt er hjartað í neyð alheimsins einglar svíkja mínir einglar hava svikið \ meg í nátt: lekandi æðrar \ dryppa sítt vilsta blóð á \ mínar innastu veggir \ sieg heil og sæl úr \ svartastu loyndum inn í \ logandi morgun og sel \ tína sál meðan tú \ køvir tíni bál við \ ræðsluni, við ræðsluni \ við ræðsluni fyri at \ lygnin er sonn \ lygnin er sonn av sonnum \ tá míni múrar rapa \ og lívsneistin seyrar \ úr øllum lutum standi \ eg nakin og duldur \ í náttini og bíði í nátt er hjartað í neyð \ í nátt er hjartað í neyð \ í nátt er hjartað í neyð \ í nátt er hjartað í neyð eyma sál tín hevur sár \ sum myrkrið hevur gjørt \ andlitið fjalist av mjørkanum \ og myrkrið kennist stórt eyma sál tín hevur sár \ sum myrkrið hevur gjørt \ menniskju litað av mjørkanum \ og hjartað eitt stilnandi suff eyma sál tín hevur sár \ sum bløða í djúpastu loynd \ æðrar villast í blóðinum \ og lívsleiðin leitandi, gloymd eyma sál tín hevur sár \ og brýtur seg niður á knæ \ teskar í skýggjunum dapra bøn \ at kanska bjarga sær stað ein vetrarmorgun í stilli \ køld spor í tøgn í myrkum dali av skuggum \ køvd orð ósøgd ein dag \ í nátt \ hoyr andadráttx í dag \ ein nátt \ hoyr andadráttx við eitt er sálin í smildri \ ein bøn óhoyrd men inni í fjalsins tindum \ ert tú fjaldur í dag \ ein nátt \ hoyr andadrátt.. ein dag \ í nátt \ brátt fallin í fátt í dag \ í nátt \ hoyr andadrátt í dag \ í nátt \ ein andadrátt komin sorgblíð fráferð \ stokkut er eitt tíðarskeið her \ komin sorgblíð fráferð \ hjartað er ein innvend rúmferð komin sorgblíð fráferð \ hjartað er ein innvend rúmferð \ komin sorgblíð fráferð \ sálin er ein viðvend hamferð liv í loyndum myrkri \ liv í loyndum myrkri og tú finnur fram á mál komin sorgblíð fráferð \ sálin er ein ævig hamferð liv í loyndum ljósi \ liv í loyndum ljósi og tú vinnur fram á mál (nem við hjartað, skuggadalur \ nem við hjartað, loynda sól \ nem við hjartað,andadráttur \ nem við hjartað, loynda sól) í urtagarði \ reiddi ból \ hjarta svikið \ hani gól sólin rísur upp til \ nýggjan dag við \ synd og sorg \ í onkrum ljósi \ er verðin ljót \ og bølamyrkur \ sálarbót sólin rísur upp til \ nýggjan dag við \ synd og sorg sovnandi gras \ morgunsuð \ upprann sál líkasæl \ villist heim vaknandi døgg \ morgunsól \ upphav sálin er sæl \ finnur heim doyggjandi gras \ vaknandi døgg sálin er sæl \ finnur heim |
|||||
