| Petur \ Eiler \ Boga \ Knút \ Una \ Niels Jákup \ Koma \ Making of | ||||||
|
Petur\føddur 18.01.1973. Tað var eitt sindur seint um náttina ella tíðliga um morgunin, alt eftir hvønn veg tú velur at síggja tað.
Eitt tað fyrsta, Petur sigur seg minnast, er at hann lá á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, har hann var fyri tað mesta fyrstu árini (hann hevur ikki verið nóg støðugt til sálarfrøðingar so at hann veit, um hetta hevur merkt lívsgongd hansara), har ein drongur stóð og græt í eini song sum stóð yvir av hansara egnu, eitt sindur áraka radiatorin. Tónleikaliga byrjaði Petur fyrst í 90árunum. Serliga vóru tað bólkar sum U2, Pearl Jam og R.E.M. sum áttu hansara alsk. Bob Dylan, Leonard Cohen og aðrir hava eisini verið við til at mynda persónsmensku Peturs. Fyrsti bólkurin Petur spældi í æt Visibility. Hann var mannaður av Eiler Hansen og Derhard Olsen. Teimum væntaðu ein sangara, og Petur sum einaferð tá hann var sera lítil hevði eina fitta og snjalla drongjarødd bjóðaði seg fram. Lítið vitandi, at røddin hevði verið í yvirgangi í eini 12 ár, og tískil ikki kundi nýtast til tað stóra. Men Petur hevði droymt um hetta síðani hann kundi minnast. Tað var so galið, at Petur einaferð tá hann fylti fekk eina sápu í føðingardagsgávu, sum var í skapi av eini mikrofon, og henda sápa varð væl móttikin (og ikki endiliga nýtt so nógv til at vaska sær við). Eiler og Derhard tóku Petur við og teir byrjaðu av venja umborð á sluppini Høganesi, sum lá við kei í Runavík. Hesin bólkur varð seinni til Visible Fish, tá Ásbjørn Berthelsen og Bogi á Lakjuni komu við. Teir spældu hildu teir sjálvir fyri eitt slag av progressivum rokki. Íblást av grunge bylgjuni, sum herjaði allan heimin fyrst í 90árunum, U2, R.E.M. og kanska serliga sjónliga seinni amerikanska bólkinum Kings X. Visible Fish luttók í Prix Føroyar kappingini 1997, har teir vóru við í undanumfarinum, sum varð hildið í Klaksvík. Teir komu ikki víðari, men gjørdust landskendir, tá Petur í tilvitaðum villsemi pallsetti eitt sjálvmorð í einum lagi. Hetta gjørdi, at tónleikurin hjá bólkinum kanska ikki kom so nógv fram, men pallframførslan vakti ans, og hetta sermerkti Visible Fish at kalla øll árini. Í 1997 var bólkurin eisini í studio, har teir innspældu lagið Tender Skin, sum var fyrsta lagið á fløguni Rock í Føroyum 2, sum kom út á plátufelagnum Tutl. Hetta lagið gjørdi eitt sindur um seg. Eitt nú lá tað eitt tíðarskeið nummar 2 á 15 teim bestu. Í 1998 gav bólkurin fløguna Doing Lounge Jesus út. Ætlanin var at fara í studio at taka eina ep við 3-4 løgum upp, men endin var, at ein heil fløga varð upptikin, live innan tvær vikur. Úrslitið var eitt sindur ivaligt, men fløgan gjørdi tó eitt sindur um seg, og løg sum Styrofoam Punk Doing Lounge Jesus og Drive Through My Head vóru heilt fitt frammi. Í 1999 luttók Visible Fish aftur í Prix Føroyar kappingini. Undanumfarð varð á Strondum, og tað eydnaðist bólkinum at koma til finaluna. Bólkurin luttók eisini á Tutl fløguni Grótføroyskt við lagnum Bróðir Judas. Bólkurin gavst at spæla í 1999. Teir høvdu eina framførslu í 2004 í Losjuni í Gøtu, sama stað sum seinasta framførsla teirra var, og staðið har eitt nú samtakið Grót byrjaði. Í 1998 fór Petur við í bólk, sum Jón Tyril, Bogi á Lakjuni og Jens L. Thomsen høvdu stovnað. Hetta var ein rokkbólkur, og Petur varð spurdur, um hann vildi rappa. Bólkurin vandi í byrjanini í skúlastovu inni á Studentaskúlanum á Kambsdali. Tá Prix Føroyar kappingin 1999 varð almannakunngjørd, varð hesin bólkur meldaður til undir navninum Clickhaze. Høgni Lisberg kom at spæla trummur og Eivør Pálsdóttir kom at syngja. Hesin bólkur luttók í undanumfarinum í Miðvági og kom púra óvæntað í finaluna. Tey vórðu skírd favorittar og hvørt av sínum, men tey vunnu ikki hesa kapping, men gjørdust sera væl dámd. Bólkurin spældi eitt slag av glaðum tyggigummi rokki, sum onkur skírdi tað. Rokkur við flottum sangi, løgnum rappi, feitum groovum og kulum guitarum. Men bólkinum varð ikki lív lagað, og á konsert í Læraraskúlahøllini í Tórshavn í 2000, kunngjørdi Clickhaze, at hetta var seinastu ferð, tey spældu saman. Men tað var tað tó ikki. Bólkurin hevði, áðrenn tey góvust, skrivað nøkur nýggj løg, sum vóru ein heilt annar stílur enn tað, tey komu fram við frá byrjan. Serliga tað eina lagið Indigo Brow vóru øll glað fyri, og hetta var ætlað at vera stóra finalan á Ólavsøkukonsertini. Men av tíðarneyð noyddist bólkurin at steðga síni framførslu áðrenn tey fingu spæla hetta lagið, og tað var hetta sum spøkti meiri enn eitt ár aftaná, tá Prix Føroyar 2001 varð á skránni. Tá meldaði Jón Tyril bólkin til, uttan at hann hevði spælt saman. Drívmegin var at sleppa at framføra lagið Indigo Brow. Bólkurin var við í undanumfarinum sum var í Vági, og tað eydnaðist Clickhaze at koma í finaluna. Til hesa framførslu hevði bólkurin fingið navnframa bassleikaran Mikael Blak at spæla ljómborð, og tað eydnaðist so mikið væl, at hann gjørdist fastur ljómborðleikari í Clickhaze. Finalukvøldið, sum var í Norðurlandahúsinum í Havn, gjørdist eitt satt upplivilsi fyri bólkin. Clickhaze vann Prix Føroyar kappingina, umframt at tey eisini vórðu boðin at spæla á Nibe Festivalinum í Danmark. Lagið Indigo Brow gjørdist eisini eitt sera væl umtókt lag. Onkur kallaði tað enntá lagið, Clickhaze vunnu við. Ein partur av vinninginum var ein vika í Lundgaard Studios í Danmark. Har fór bólkurin í 2002 og tók nøkur løg upp. Úrslitið var ep fløgan EP. Á hesi fløgu vóru 6 løg. Tey 3, sum bólkurin framførdi í finaluni á Prix Føroyar kappingini og 3 nýggj løg. Serliga tað fyrsta lagið á fløguni, Daylight gjørdist ein landaplága í Føroyum og var millum annað 11 vikur nummar 1 á 15 teim bestu. Clickhaze túraði eisini í Danmark, Svøríki, Grønlandi og Íslandi, og tey luttóku á Roskilde Festivalinum, Nibe Festivalinum (enn einaferð) og á Niipiia Festivalinum í Asiaat. Bólkurin gavst at spæla í 2003. Seinasta framførslan tey høvdu var á Prix Føroyar finaluni 2003, har Clickhaze luttók sum seinasti vinnarin. Eftir at Clickhaze fór í søguna, hava fleiri av limunum gjørt um seg. Eivør Pálsdóttir hevur givið fleiri fløgur út sum einstaklingur og hevur gjørt nógv um seg í Íslandi og Danmørk. Høgni Lisberg hevur eisini givið fløgur út sum einstaklingur, og hava tær eisini verið sera væl móttiknar í Føroyum, Danmørk og Sveis. Bogi á Lakjuni hevur spælt guitar í fleiri ymiskum bólkum, eitt nú saman við Knút Háberg Eysturstein. Jón Tyril er formaður fyri G! Festivalinum, sum eftir 4 árum hevur staðfest seg sum nógv tað besta tónleikaliga- og mentanarliga átakið í Føroyum. Petur hevur ikki gjørt tað stóra tónleikaliga seinnu árini. Hann hevur nýtt sína tíð í Sandavági saman við unnustuni Biritu. Í oktober mánaði 2004 fingu tey dóttrina Døgg Petursdóttir. Petur starvast sum lærari á Miðvágs-Sandavágs skúla. Síðani mars mánaði 2004 hevur Petur saman við Eiler Hansen arbeitt við tónleikaligum hugskotum. Petur hevur havt okkurt á hjartað, sum hann síðani hevur víst Eiler, sum so hevur roynt at umsett tað til guitarakkordir. Eftir at hava putlast tveireinir við hesum umleið eitt ár, var komið so frætt áleiðis, at grundin varð løgd til eina fløgu. Tónleikararnir vórðu síðani tiknir við, og gott hálvt annað ár seinni, er fløgan Koma so loksins komin. Petur koyrir í einum grábrúnum Toyota Carina. |
||||||
