Petur \ Eiler \ Boga \ Knút \ Una \ Niels Jákup \ Koma \ Making of
Niels Jákup \ er lorvíkingur. Vit kenna hann allarhelst best frá bólkinum Gestir, sum vann Prix Føroyar kappingina í 2003. Men Niels Jákup er ein sera virkin tónleikari. Hann hevur spælt og spælir eisini, umframt á fløguni ”Koma”, við ymiskum bólkum og tónleikarum; eitt nú Høgna Lisberg, Marius, Ph 5,5, Knút H. Eystursteini. Niels Jákup arbeiðir í Lorvík, har hann fæst við at spula kassar. Myndir finnast av Niels Jákup, sum kanska ikki eru so heilt ótrúliga borðbarar, men tað fara vit ikki at almannakunngera ella lýsa við. Niels Jákup koyrir ofta í myrkbrúna bilinum hjá pápa sínum. Men onkuntíð tekur hann bussin.