|
tá venjingarnar byrjaðu, varð gjørt av at royna at taka mest møguligt uppá video, soleiðis at vit kundu gera eitt slag av "making of" dokumentari av allari gongdini. Hetta tí, at flest allir, sum vóru við eru stórir fjeppara av hesum hugtaki. Tað er so galið, at Petur nóg illa tímir at keypa sær ein DVD um ikki eyka tilfar er við. Uni hevur tað á sama hátt. Tí varð beinanvegin farið undir hetta átak við tí fyri eyga, at kanska einaferð fáa givið ein DVD út, sum skuldi vísa gongdina, hvussu "Koma" gjørdist veruleiki. Enn er tilfarið ikki sett saman, og tað finnast fleiri tímar av ráupptøkum, og tá hetta verður gjørt, fáa vit at síggja, um vit ikki ein vakran dag frammi í tíðini fáa at síggja "Hvussu Koma kom til" DVDin. Í fyrstu atløgu fara vit at leggja bitar inn á heimasíðuna, so at tit fáa sæð bitar av tí, sum gekk fyri seg, og kanska brellbita um tað, sum kanska kemur.
|
|
|