Greinar \ Ummæli \ Tónar \ Løgini \ Hugarensl
Jarðarferð \ lagið var eitt av teim allarfyrstu, sum Eiler og Petur funnu uppá, tá teir hittust og settu sær fyri at gera nøkur løg. Petur hevði grundliggjandi hugskotið, og Eiler legði guitarin aftrat. Petur fann síðani uppá sína einstreingjaðu solo, og Eiler gjørdi rokkpettið. Tekstliga snýr tað sum um eina ferð gjøgnum lívið á jørðini (og er ikki ein jarðarferð, soleiðis sum vit kenna tað best), eitt slag av ”subterranean homesick alien” hugskoti, við eini innskiltari, innvendari vitsku.

Einsemi \ er eitt lag, sum Petur hevði gingið við inni í høvdinum í sera langa tíð, uttan nakrantíð at hava fingið tað sett í skipaðar rammur. Hann royndi at siga hetta fyri Eiler, sum síðani royndi at umseta tað til okkurt líkinda tónleikapetti, men tað varð ongantíð meiri enn bara eitt leyst hugskot, sum tó varð tikið við á demo-fløguna, sum tónleikararnir fingu, við teirri vón, at tað fór at loysa seg, tá menn arbeiddu við tí saman. Og tað hendi. Finna-uppá faktorurin var stórur í hesum lagi, men endaliga úrslitið var so nógvar ferðir betri, enn tað Petur hevði vónað. Tekstliga er lagið ein banal, simplistisk uppgerð við tilverunnar tvískildu sannleikar. Tað, sum tú teskar, skal verða rópt á húsatekjum, sigur bíblian (ella okkurt sum líkist). Mótsagnir, trilvanir og ógvusligir spurningar eru nøkur hugtøk, sum grundliggjandi merkja Petur, og alt, hann skrivar og tekst við listarliga.

Timburmenn \ hevur Petur elskað síðani hann var heilt ungur smápiltur. Ein av stóru hetjum hansara, Símun von Konoy búði beint niðanfyri, og tað var stórt. Petur minnist einaferð, at hann sat í stovuni og hevði eina plátu av Varðum ordiliga hart frá, í teirri vón, at Símun skuldi hoyra, at Petur lurtaði eftir hansara tónleiki. Nú, góð 28 ár seinni, hevur Petur fingið loyvi til at spæla eitt lag hjá Símuni til sína egna fløgu og tað er stórt. Lagið snýr seg um ein mann, sum situr innilæstur við einum serstakliga hørðum umgangi av timburmonnum. Ein óhugnalig, men sera beinrakin og verulig mynd av eini vælkendari støðu. Til hetta lagið, hevur Petur fingið vitjan av Niels A. Galàn og Sámal Ravnsfjall, sum hava sungið og spælt guitar og munnharpu.

Fremmandur \ var tað allarfyrsta lagið, Petur og Eiler gjørdu saman til hesa verkætlan. Tann fyrsta dagin, sum Eiler var og vitjaði Petur í Sandavági, settu teir seg við guitara. Eiler spældu grundliggjandi akkordirnar og Petur gjørdi lagið eftir eini lítlari løtu. Báðir vóru beinanvegin samdir um, at hetta avgjørt var nakað at byggja víðari á. Ofta, tá Petur og Eiler arbeiða saman við tónleiki, hevur tað víst seg, at kemur eitt gott hugskot, fylgja onnur í kjalarvørrinum (ein skriða lopin?) og henda dagin vórðu onnur tvey løg skrivað. Hetta lagið snýr seg tekstliga um at kenna seg rótleysan – bæði fysiskt og geografiskt, men eisini andaliga inni í sær sjálvum. Tónleikaliga var hetta eisini eitt lag, sum allir tónleikararnir beinanvegin dámdu, tá teir hoyrdu tað, og tí var tað eisini ein frægd at venja og taka upp. Hetta er kanska tað lagið, sum er best dámt innanhýsis. Guðrið Hansen hevur sett sín serstakliga vakra dám á hetta lagið.

Hválv \ skrivaði Petur upprunaliga til unnustuna, Biritu. Hetta er eitt lítið lag, sum kanska meiri kennist sum ein polaroid mynd, enn nakað annað. Eiler gjørdi eitt útkast til lagið við nógvum synteseisara og øðrum ljóði, og tað varð leisturin sum varð gingin eftir, tá lagið varð spælt inn. Knút, Bogi og Petur spældu tað inn við eini rúgvu av fjantan og fjasi, men við einum endaligum úrsliti, sum allir vórðu nøgdir við. Eina løtu varð eitt ”remiks” av lagnum, sum var góðar 18 minuttir til longdar, havt á lofti sum møgulig stakfløga, men henda ætlan varð løgd til viks.

Úr dýpinum \ var upprunaliga ætlað at vera fyrsta lagið á fløguni ”Havsglóð” hjá Knút H. Eysturstein. Knút eigur lagið, og Petur skrivaði ein part av tekstinum. Men tá Knút var í Danmark at ljóðblanda fløguni, helt hann, at lagið kanska ikki hóskaði so væl til heildina á fløguni. Hann ringdi til Petur og spurdi, um Petur vildi sleppa at nýta lagið. Tá var gongdin ikki so áliðin, og Petur játtaði. Lagið varð liðugt og ljóðblandað og alt. Allan Tausen, Høgni Lisberg og Jens L. Thomsen høvdu spælt lagið inn saman við Knúti. Tá venjingarnar til upptøkurnar av ”Koma” fóru í gongd, lá hetta lagið ikki so frammalaga, tí at tað jú var liðugt, men Knút helt, at menn áttu at roynt at gjørt tað av nýggjum, so at tað hóskaði enn betri til heildina, og hetta varð so roynt. Lagið varð broytt eitt sindur. Petur skrivaði nýggjan tekst og gjørdi sanglag, og Knút spældi guitar og tangentar. Tekstliga er hetta ein óhugnaligur tokulúður, sum boðar frá onkrum, sum er í væntu.

Eyma sál \ lagið varð upprunaliga skrivað til ein vinmann hjá Peturi. Á fløguni ”Fýra nætur fyri jól” hjá Enekk er eitt lag, sum kallast ”Hjalgríms kvæði”, sum Peturi altíð hevur dámt væl. Tá hann lurtaði eftir hesum lagi, hann hevði skrivað, hoyrdi hann, at tað minti ikki sørt um fyrstu strofuna av ”Hjalgríms kvæði”. Eiler skrivaði inngangspartin á guitara, meðan Eiler og Petur sótu í køkinum inni hjá mammu Eiler í Gøtu og bíðaðu eftir kaffi. Upprunaliga varð lagið skrivað meiri rokkut, men tá tónleikararnir spældu tað saman, og hvør einstakur kom við ískoytum, broyttist lagið, og gjørdist friðarligari og meiri droymandi enn upprunaliga. Petur spurdi Kára Sverrisson, um hann vildi koma at syngja saman við sær á hesum lagi, og Kári játtaði. Tá Bogi og Petur komu til Runavíkar eftir Kára, sat hann í køkinum og spældi eitt bulgarskt ljóðføri, ið nevnist ein gadulka. Hetta vildu menn hava við, og so var.

Ekkó \ varð upprunaliga ætlað sum eitt akustiskt lag við tveimum guitarum og eini mandolin. Langa tíð varð lagið kent millum tónleikarnar sum “Riddara lagið”. Men tá venjingarnar vóru væl í gongd, og menn kendu løgini betri, broyttist lagið alsamt, sum trummur og bassur komu við, og endin var eitt rættiliga fittligt vetrarlag. Guðrið Hansen hevur enn einaferð lagt sína yndisligu rødd á.

Fráferð \ eitt lag, sum Bogi og Petur skrivaðu einaferð í 1997 til Visible Fish. Lagið var tá á enskum og kallaðist “Departure”. Bólkurin spældi tað einaferð live, áðrenn teir hildu uppat. Men tá Petur fór í holt við at gera sína fløgu, spøkti lagið alla tíðina í huganum einastaðni. Eiler fann eina eldri upptøkur av Visible Fish venjingum, og endurskapti síðani eina demo-útgávu av lagnum, og Petur skrivaði ein nýggjan tekst á føroyskum. Tó at lagið er rættiliga einfalt, varð tað av eini ella aðrari orsøk lagið sum var torført at innspæla.

Synd \ gjørdi Petur fyri langari tíð síðani. Tá Eiler og Petur byrjaði at rensla hug til hesa verkætlan, kom hetta fram fyri Peturi aftur, og teir gjørdu eina líkinda útgávu, við Peturi sum forritara og tangent leikara, meðan Eiler spældi bass og guitar. Hetta lagið er kanska tað, sum varð minst viðgjørt av tónleikarnum meðan tikið varð upp. Tó løgdu Guðrið Hansen og Kári Sverrisson røddir til, Kári spældi eisini gadulka. Petur hevur spælt akustika guitarin.

Koma \ varð skrivað á Toftum, einaferð tá Petur og Eiler sótu saman og spældu. Men teir gloymdu hetta síðani aftur. Men Petur vildi seinni hava eitt sálmakent lag við á fløguni, og Eiler setti seg at royna. Hann kom fram á eitt lag, men fór at ivast um hann ikki hevði hoyrt tað áður. Nakað seinni lurtaði hann eftir minidisk upptøkum og tá hoyrdi hann hetta aftur, sum teir høvdu skrivað. Eitt lag varð gjørt og kallaðu teir tað leingi “Sálmur”. Tá venjingarnar til upptøkurnar fóru fram, var hetta lagið eitt tað, sum menn dámdu best, og Petur skrivaði ein nýggjan tekst, sum varð vígdur dóttrini Døgg, og fekk tað heitið “Koma”. Hetta gjørdist so eisini heitið á fløguni.