Petur \ Eiler \ Boga \ Knút \ Una \ Niels Jákup \ Koma \ Making of
Koma\ byrjaði næstan sum av tilvild. Petur hevði hildið frí frá øllum tónleikavirksemi, síðani Clickhaze spældu til Prix Føroyar finaluna í 2003. Ongar ítøkiligar ætlanir vóru um nakað, og bert okkurt smávegis putl var á skránni við øgiliga longum millumbilum. Í mars mánaði 2004 gjørdu Petur og Eiler av at hittast. Teir høvdu spælt saman í Visible Fish, sum varð hildið uppat at virka í 1999, og høvdu ikki spælt saman síðani. Teir gjørdu av at seta seg við einum guitara og vita hvat spurdist burturúr. Hetta fyrsta kvøldið teir sótu og spældu saman, gjørdu teir eitt lag, sum báðir dámdu øgiliga væl. Petur var skjótur at siga, at hetta var hansara komandi solo fløga, meiri sum í skemti. Teir gjørdu onnur tvey løg hetta fyrsta kvøldið, og lagnan hevur viljað tað soleiðis, at øll trý løgini eru á fløguni ”Koma”: ”Fremmandur”, sum var tað fyrst skrivaða lagið, ”Jarðarferð”, sum er tað fyrsta lagið á fløguni og tað lagið, som kom at eita ”Hválv”.

Góða gongdin gav monnum mót at halda fram. Frá mars mánaða 2004 og frameftir, hittust Petur og Eiler javnan. Oftast var tað Petur, sum hevði eitt ella annað hugskot, antin eitt lag ella petti av einum lagi, sum hann síðani vísti Eiler, sum tók guitarin ella ljómborðið og royndi at seta tað í eina ella aðra heild. Aðrar tíðir var tað Eiler sum hevði okkurt lítið riff ella onkra kord, sum hann vísti Peturi, og hann royndi so at syngja ella tralla okkurt. Samstarvið riggaði sera væl, tó at menn ikki høvdu spælt javnan saman í nógv ár. Fleiri og fleiri løg vórðu gjørd, men Petur vísti seg ikki at síggja nakra stóra gjøgnumgangandi ætlan, annað enn at hann enn støðugt kallaði hetta sína solo fløgu. Men í desember mánaða kom Eiler ein biltúr til Sandavágs (ella var tað november), og tá hevði hann eina fløgu, har einar 8-9 skeringar vóru á. Tá rann tað upp fyri Peturi, at teir í veruleikanum kanska høvdu tilfar til eina fløgu. Farið varð beinanvegin í holt við at fyrireika ætlanir, skaffa tónleikarar, vinna pening og hvørt av sínum. Petur hevði tosað við Knút Háberg Eysturstein. Teir hava spælt saman undir navninum ”Tuxedo Rebels” áður, og Knút hevði skrivað eini tvey løg saman við Peturi til fløguna ”Havsglóð” og onnur til fløgu Peturs. Tað eina lagið, sum Petur hevði skrivað tekstin saman við Knúti, varð eftir ætlan at verða nýtt á ”Havsglóð”, men Knút metti ikki, at tað hóskaði, og hann bjóðaði Peturi lagið, og so var brádliga enn ein skering á skránni. Knút játtaði at koma at spæla ljómborð og guitar. Bogi á Lakjuni, sum Petur hevur spælt saman við bæði í Visible Fish og Clickhaze var at kalla automatiskt íroknaður sum guitaristur. At hann seinni skuldu menna seg til at vera prodúsara og upptøkurleiðara, visti ongin í desember mánaða 2004, men soleiðis er lívið gott og spennandi. Til rútmuspælið varð hugsað um Niels Jákup í Jógvanstovu og Una Árting. Niels Jákup er helst best kendur sum bassleikari í Gestum, har Knút eisini spælir, meðan Uni helst kennist best sum trummuleikari í 200. Hetta er, um vit rokna Petur og Eiler frá, sami bólkur, sum Knút Háberg Eysturstein hevur spælt við til sínar konsertir. Ein fyrimunur við hesum vildi sjálvandi vera, at menn kennast tónleikaliga og eru væl samanspældir, so at nógv tíð kundi sparast við hesum.

Allir tónleikararnir játtaðu beinanveg, sum teir vórðu spurdir, og gjørt varð av at fara í gongd við byrjandi upptøkuvenjingarnar í mars mánaða 2005.

11 løg vóru á skránni: ”Jarðarferð”, ”Einsemi”, ”Fremmandur”, ”Hválv”, ”Eyma sál”, ”Koma”, sum Petur hevði skrivað saman við Eiler. ”Ekkó” og ”Úr dýpinum” sum vórðu skrivað saman við Knút. ”Fráferð”, sum Petur og Bogi skrivaðu í 1998 tá teir spældu í Visible Fish. At enda varð eitt lag hjá Símun von Konoy, ið kallast ”Timburmenn” umhugsað. Hetta er eitt lag, sum Petur hevur dýrkað, síðani hann var smádrongur. Hann skrivað ein meyl til harra von Konoy, sum var jaligur og gav Peturi loyvi at nýta lagið. Petur hevði eisini fingið eitt lag frá bróðir Eiler, Gudmar Hansen, sum hann var fullkomiliga villur eftir at sleppa at nýta. Tíverri vísti tað seg, tá fleiri og fleiri løg komu upp á pláss, at lagið, sum kallaðist ”Kolmonoxid” ikki ordiliga hóskaði inn í heildina, og tí varð hetta lagið droppað. Fyrsta arbeiðsheitið til fløguna var ”Svøvnleysar nætur í helviti”, ið kanska kann haldast at vera eitt sindur í myrkara lagi. Hetta varð seinni broytt til ”Kaldar nætur”, men tá lagið, sum upprunaliga bara varð kallað ”Sálmur” varð umdoypt ”Koma”, gjørdist tað nýggja arbeiðsheitið, og tað stóð við.

Tað eydnaði Peturi at finna eitt høli í Sandavági, sum Tony L. Davidsen átti. Hetta var ein kjallari í einum bygningi, sum áður hevði verið ein blómubúð, men sum nú stóð tómt. Seinni komu tveir handlar at vera, men vit loyva okkum at vóna og trúgva, at fólk uppi yvir gólvinum ikki vórðu plágað alt ov illa. Í øllum førum hava tey verið ov fitt at kæra seg. Hetta hølið hevur víst seg at verið stak væl hóskað til venjingar, men ivi var, hvussu væl tað fór at hóska til sjálvar upptøkurnar. Hesin ivi varð fullkomiliga skúgvaður til viks.

Venjingarnar byrjaðu umleið 1 apríl og lagt varð eftir at fáa vant í einar tvær vikur, áðrenn farið var undir upptøkurnar. Tekniskir trupulleikar gjørdu, at hesar tvær vikurnar gjørdust tveir mánaðir, men úrslitið av tí var, at løgini vóru ótrúliga oftani spæld, soleiðis at menn dugdu tey rættiliga væl, tá tað einaferð eydnaðist at fáa røttu útgerðina til vega. Tað vísti seg eisini at vera sera hugnaligt at venja. Menn høvdu tað gott saman, og tað gjørdi tað ikki verri, at vermóðir Peturs, Oluffa Hansen, var so fitt, at hon í heilum gjørdu búrmáltíðir, so at menn ótu lunda, ræst kjøt og hvat annað. Tíðliga í gongdini varð gjørt av at royna at taka venjingar upp á video, soleiðis at tað varð dokumenterað, sum gekk fyri seg. Hetta tí, at flest allir vóru stórir fjeppar av ”making of” hugtakinum, sum er komið fram við DVDunum. So alt var eitt rokilsi av tónleiki, mati og vælferðar vælveru.

Tá venjingarnar vórðu um verða av, varð farið í holt við sjálvar upptøkurnar. Lagt varð eftir at fáa trummurnar fyrst og fremst. Í fleiri av løgunum vóru øll ljóðfør við, men bert trummurnar tiknar upp. Petur stóð við eini mikrofon og legði fyribils røddir, soleiðis at man vitsti nøkunlunda hvar í lagnum man var staddur. Ein maraton vika (sum enntá var einar 9 dagar long) varð nýtt til at fáa so gott sum allar trummurnar upp á pláss. Tá trummurnar vóru góðkendar, varð farið í holt við at innspæla bass. Niels Jákup ferðaðist aftur og fram millum Eysturoynna og Vágoynna, men tað merkti ikki spælið, sum var av allarbestu góðsku alla tíðina. Síðani kom Knút. Knút sum annars var ídnasti maðurin við upptøkutólinum og making offaði, spældi ljómborðini, rhodes, moog og guitar innanfyri eina viku. Eiler kom síðani og legði síni guitarspor. So var bara sangur og Boga guitarir eftir.

Bogi gjørdist næstan av sær sjálvum (og tilvild) prodúsari. Hann vísti seg at hava stak gott oyra fyri hvussu ljóðið virkaði inni í húsinum, og hetta gjørdi, at menn ferðaðust sum vilstir, um Bogi var burturi. Jónheðin Tróndheim var og setti mikrofonirnar upp til trummurnar, og blandingin av tí og so Boga oyrum, var einastandandi.

Petur hevði fingið nakrar prominentar gestatónleikarar at koma at leggja sín dám á fløguna; eitt nú kom Niels A. Galàn, sum vit kenna frá Mold og – ikki minst – sum oddamaðurin í stórbólkinum 200. Hann sang og spældi guitar (eitt nú eina yvirnáttúrliga góða solo) í frálíka Konoy lagnum ”Timburmenn”. Sámal Ravnsfjall sang eisini á hesum lagi, umframt at hann spældi munnharpu. Hetta var ein sera stuttligur dagur. Guðrið Hansen, sum vit her heima kenna frá bólkinum Ph 5,5 kom at syngja á lagnum ”Fremmandur”. Hon legði eisini røddir á løgunum ”Ekkó” og ”Synd”. Kári Sverrisson varð spurdur, um hann kundi koma at syngja á lagnum ”Eyma sál”, har lagið er leysliga bygt á ”Hjalgríms kvæði”, sum Kári hevur innspælt saman við bólkinum Enekk áður. Hann játtaði. Hann sang og spældi gadulka (eitt bulgarskt streingja ljóðføri, sum verður strokið fyri tað mesta) á ”Eyma sál”. Eftir sum at hann nú var staddur í upptøkuhølunum, varð hann spurdur um at leggja rødd til lagið ”Synd”, og hann spo gjørdi. Mikael Blak, sum spældi saman við Petur og Boga í Clickaze, spældi bass á tveimum løgum. Ólavur Hansen, sum vit kenna frá Gestum (eins og Knút og Niels Jákup) leggur eisini rødd á í lagnum ”Koma”. Ikki kann sigast annað enn, at henda fyrsta roynd Peturs at geva út solo fløgu hevur fingið dyggan stuðul og framíhjá góða vitjan.

Tá hetta varð liðugt alt, fór Petur at syngja sínar røddir inn á band. Hann varð liðugur við hetta um tann 21 juli 2005. So fór Bogi til Fuglafjarðar (har sum hann býr) at prodúsa eitt sindur, spæla sínar guitarpartar inn. Eisini skuldi onkur upptøka gerast við klaveri og øðrum, sum ikki passaði inn í venjingarhølið í Sandavági.