Petur \ Eiler \ Boga \ Knút \ Una \ Niels Jákup \ Koma \ Making of
Knút\ er í løtuni 25 ára gamal. Hann býr í Havn saman við unnustuni Juliu. Hann er sloppin inn á Føroya Læraraskúla (har Petur tók útbúgving í 2001).

Knút byrjaði at spæla cello sum sjey ára gamal og helt áfram við hesum til hann var 13 ár. Sum 15 ára gamal fann Knút mikla frægd og gleði í einum bíliga keyptum el-gittara (ein Aria Pro II sum er til tann dag í dag).

Knút fekk eisini frálæru í grundleggjandi klaverspæli men gjørdist eisini skjótt troyttur av hesum.

Seinni fekk hann tó stóran áhuga fyri hvussu tangentljóð (akkustisk, elektrisk og elektronisk) eru skrúvaði saman (tó hevur tann reint handverksligi parturin ikki flutt seg so forferdiligani nógv...)

Knút fór upp í grunge bólkin Ledge í 1997. Í 1999 var rock bólkurin Marigold stovnaður. Marigold spældu fleiri smærri konsertir kring landið í tíðarskeiðnum 1999-2003, men síðan hevur lítið og einki verið at hoyrt til bólkin. Eitt lag, "Breathe", er við á "Livandi Tònleikur" savnsfløguni.

Í 2002 vórðu Gestir settir á stovn sum bólkur. Eitt lag, "Urt", var við á live savnsfløguni "Tutl 25 ár", ið kom út seinni sama ár. Á vári í 2003 vunnu Gestir Prix finaluna í Norðurlandahúsinum eftir at teir fyrst gjørdust nummar tvey í síðsta undanumfari og síðan vunnu hálvfinaluna.

Í 2003 og 2004 spældu Gestir konsertir í Føroyum og uttanlanda á eitt nú G! Festival, Listastevnuni, Nibe Festival, Skanderborg Festival, Vega o.s.fr.

Á heysti í 2004 gav Knút út sína fyrstu solo fløgu við heitinum "Havsglóð". Á fløguni eru fyri tað mesta sangir sum Knút hevur skrivað í einsemi við kassagittara heima á kamarinum. Eisini eru nakrir sangir við, sum eru evnaðir til í bólka høpi og sum hava fingið sítt endaliga skap á fløguni. Petur skrivaði tekstir til tvey løg saman við Knúti.

Gestir gera enn um seg av og á og arbeiða við at gera nýggjan tónleik. Í summar vera ætlandi fleiri lógvatøk tikin hesum viðvíkjandi.

Saman við Peturi hevur Knút havt nakrar akkustiskar og rebelskar framførslur undir heitinum "Tuxedo Rebels"har teir báðir framføra løg hjá ymsum stórfingnum hetjum og sangskrivarum úr 20 og 21 øld.

Knút koyrir ein svartan Kia, við einum stórum gulum smileara framman. Hann keypti henda bil frá Janu.