Bløra
tá tú liggur \ og prumpar \ í baðikarinum \ meðan onkur \ í útvarpinum \ tosar um mentan \ og list og slíkt og \ tú bert eygleiðir \ bløruna sum kemur \ upp til vatnskorpuna \ og staðfestir luktin \ ert tú veruliga \ leysur og glaður \
Petur Pólson, mars 2005
Spinn í tasku
í einum króki \ í einum kjallara \ býr ein stórur \ eiturkoppur í \ eini tasku \ sum eg havi \ stillað har av \ eini ella \ aðrari orsøk \ spinnið í taskuni \ er so vakurt at \ eg eina løtu gloymi \ at eg ræðist illa \ eiturkoppar men \ minnist heldur \ hvussu eg sum \ kátur smádrongur \ las Spider-Man bløð \ og goymdi tey í \ eini tasku sum \ eg havi gloymt \ í einum króki \ í einum kjallara \ onkustaðni
Petur Pólson, juni 2005