| Greinar \ Ummæli \ Tónar \ Løgini \ Hugarensl | ||||||||||||||||||
|
Droppa hatta vanliga Petur-fjasið! \ FLØGUÚTGÁVA \ Lívið hjá 32 ára gamla Peturi Pólson er nógv broytt. Í dag livir hann eitt vanligt familjulív og er við at troyttast av at tosa um sína fortíð. Petur heldur, at tey, sum ynskja at frætta um hansara núverandi kenslulív, skulu lurta eftir hansara nýggju fløgu, »Koma«, ið kom út í gjár. Jan Lamhauge fylgdi Peturi, tá hann hevði útgávukonsert leygarkvøldið Jan Lamhauge \ Dimmalæting 8. november Ja, tað er einastandandi timing, men eg eri sjúkur, sigur Petur Pólson, tá eg práti við hann í telefon mikudagin - tríggjar dagar undan útgávukonsertina í sambandi við hansara fyrstu fløgu, »Koma«. - Hinir í bólkinum ákæra meg sjálvandi fyri at vera hypokondara og siga, at sjúkan er bert pallræðsla. Men eg eri also veruliga sjúkur, staðfestir Pestur í telefonini. Sjúkralegan hjá Peturi kemur sera tvørt fyri hjá honum og bólki hansara, ið ikki hava spælt saman síðani fyrst í maj, tá upptøkurnar til nýggu fløguna vóru lidnar. Men til alla lukku verður Petur frískur aftur fríggjadagin, so bólkurin, ið er samansettur av Eileri Hansen, gittar, Knúti H. Eysturstein, tangentar, Boga á Lakjuni, gittar, Nielsi Jákup í Jógvanstovu, bass, og Una Árting, trummur, fær ein dag at venja í. Hartil verða eisini tríggir gestatónleikarar, Guðrið Hansen, Kári Sverrison og Juel Høgnesen, við á konsertini. Strævið altíð at avdúka kenslurnar \ Bólkurin hevur ljóðroynd, tá eg hitti Petur í Losjuni í Gøtu fáar tímar undan konsertini. Eftir ljóðroyndina fer bólkurin til Leirvíkar, har gittarleikarin Eiler Hansen hevur boðið til døgurða. Petur og eg sessast í hansara snotiliga Toyota Carina og seta kósina móti Leirvík. Meðan eg fyri meg sjálvan undrist yvir, hvussu undarligt tað er, at síggja Petur sita við stýrið í einum so snotiligum bili við barnastóli á baksetrinum, sita vit og práta um at vera sjúkur. - Eg eri heimsmeistari í at vera sjúkur. Men tað er so óheppið, at kona mín er flogterna, og hevur tískil verið burturstødd meginpartin av tíðini, eg var sjúkur. Tí havi eg ikki kunnað skapað mær og tikið eins nógv synd í mær sjálvum, sum eg hevði viljað, sigur Petur. Vit halda fram við at práta um leyst og fast, og koma inn á fjølmiðlar og almennu myndina av Peturi Pólson. - Mær tykir, at fjølmiðlar altíð hava eina ávísa mynd av almennum persónum. Hesa myndina hevur onkur einaferð »málað«, men tað verður eisini myndin, sum øll onnur halda fram at »mála«. So ein samrøða, grein ella innslag við mær skal snúgva seg um ávís ting. Ofta eru tað evnir sum trúgv, einsemi ella tunglyndi, men ikki minst snýr tað seg um, hvussu tað var, tá eg drakk, hvussu nógv eg drakk, hvat eg drakk, og so framvegis. Onkuntíð er tað rættiliga strævið at skula avdúka sínar innastu kenslur fyri øllum alla tíðina. Mínar kenslur liggja jú avdúkaðar í mínum tónleiki, so um onkur vil frætta nakað um meg, so kunna tey lurta eftir fløguni, sigur Petur, meðan hann parkerar í túninum uttan fyri húsini hjá Eileri Hansen. - Til hesa greinina burdi tú droppað tað vanliga Petur-fjasið, sum hevur verið gjøgnumtugt so oftað, og fokuserað upp á okkurt nýtt! Tað kundi hóskandi verið, at eg fyri fyrstu ferð í lívinum havi greitt mær skeivan reik. Tað haldi eg sjálvur er ein rættiliga spennandi avdúking, sigur Petur skemtandi. Familjumenn og rokkarar \ Kona Eiler Hansen, Elisabeth, borðreiðir við sera leskiligum lambsryggum. Prátið gongur dúgliga yvir borðið, og alt frá Linje 3 yvir fótbóltsskaðar til Øssur Johannesen eru uppi at venda. Tað kennist, at tónleikararnir eru góðir vinir og hugna sær saman. Síðan Petur, Eiler og Bogi á Lakjuni byrjaðu at spæla tónleik saman fyri 13 árum síðan í bólkinum Visible Fish, eru lív teirra nógv broytt. Petur og Eiler eru vorðnir familjumenn, og hetta myndar upphitingina til konsertina. Áður so tungu og myrku rokkararnir hugna sær óført saman við leikunum hjá børnunum. Í innanhýsis kappingini í mini-golf vísir Knút H. Eysturstein seg sum ein sannan úrmæling, og fer við sigrinum við einum flottum hole-in-one. Tað er ikki nógv »sex, drugs & rock'n'roll« yvir upphitingini. Eftir máltíðina greiðir Petur mær frá, at arbeiðið við fløguni hevur verið nógv merkt av hugna. - Vit hava brúkt nógva tíð upp á fløguna, og hava veruliga hugnað okkum við henni. Allir í bólkinum hava ymiskt annað, teir eru upptiknir av, og tískil vóru vit samdir um, at ongin skuldi útseta nakað fyri hesa fløguna. Vit hittust, tá vit høvdu góðar stundir at arbeiða við tónleikinum. Tískil var tað alla tíðina ein rólig og hugnalig kensla yvir upptøkunum, greiðir Petur frá. Losjan er vøggan \ So hvørt, sum tað byrjar at styttast til at konsertina, byrja nervar spakuliga at gera um seg. Petur hevur ikki staðið á palli til eina týðandi konsert síðan Clickhaze-konsertina á G! 2003. Konsertin verður hartil hansara fyrsta nakrantíð í egnum navni. - Eg burdi ikki havt nervar, tá eg spæli saman við so royndum tónleikarum. Eg havi álit á teimum, og at teir skulu nokk fáa okkum gjøgnum konsertina, sigur Petur, tá vit aftur sita í bilinum. Meðan vit nærkast Gøtu, spyrji eg Petur, hví hann hevur valt at hava útgávukonsertina í Losjuni. - Tað fall púra nátúrligt, tá vit byrjaðu at práta um at hava eina útgávukonsert, at sjálvandi skuldi konsertin vera í Losjuni. Losjan er vøggan, har so nógv gott er sprottið burtur úr. Skal ein byrja nakað, so skal ein byrja í Losjuni, slær Petur fast. Konsertin \ Tað er eisini sera hugnaligt at koma inn í Losjuna, ið er prýdd við reyðum dúkum og livandi ljósum. Losjan hevur ein serstakan dám yvir sær, ið hevur samband við søguna og umhvørvið kring Losjuna. Her er nógvur góður tónleikur skaptur, og áhoyrarafjøldin er altíð sera opin, og lurtar nærløgd eftir tónleikinum, ið verður framførdur. Soleiðis er eisini hetta kvøldið, hóast ein kann undrast yvir, hví ikki fleiri enn góð 40 fólk eru møtt til konsertina. Men tey, ið eru møtt, uppliva eina góða konsert. Bólkurin spælir væl, og Petur er væl fyri og undirheldur millum løgini við skemtiligum viðmerkingum. Hóast talan er um nýggjan tónleik, lurta áhoyrararnir væl eftir spennandi tónleikinum, og er eitt sera gott huglag gjøgnum alla konsertina. Bólkurin framførir øll løgini á »Koma« í somu raðfylgju, sum tey eru á fløguni, og endar konsertin við einum braki av einari gittarsolo frá Boga á Lakjuni til vakra lagið »Koma«, ið Petur hevur gjørt til dóttur sína, Døgg. Áhoyrarnir væl nøgdir \ Tað var eisini ein væl nøgdur Petur, eg hitti eftir konsertina. - Tað gekk væl. Kanska vóru ikki so nógv fólk, men tey, sum vóru, lata væl at, og tað hevur nógv at týða fyri meg, sigur ein brosandi Petur, sum skal skunda sær niður í køkin í Losjuni at tosa við Rasmus Rasmussen frá Rokkstovuni. Eftir sita fleiri væl nøgdir áhoyrarar við einum kaffimunni og práta um konsertina. Løtu seinni kemur Petur upp á aftur og sessast eina løtu hjá teimum, áðrenn hann noyðist at skunda sær vestur til familjuna í Sandavági. Hann leitar eina løtu eftir fløguhúsanum til fløguna »Iron & Wine« hjá Sam Beam, ið hann hevur brúkt sum bakgrundstónleik undan konsertina, men gevur so upp og biður tey, ið skulu rudda Losjuna, siga sær frá, um tey finna húsan. So fer hann út í bilin. Lítla løtu seinni kemur Petur inn aftur. Fløguhúsin er funnin aftur. Hann lá undir nøkrum blæum í Toyota Carinainum. Fløgan “Koma” hjá Peturi Pólsyni kemur í handlarnar um ein mánaða, og sambært fjøllbroytta listamanninum, verður talan um eina sera persónliga fløgu frá einum manni, sum einki hevur at prógva. Niels Uni Dam \ Sosialurin, Planet.fo \ 13. oktober Um miðan september løgdu Petur Pólson, framleiðslustjórin Bogi á Lakjuni og ljóðblandarin Óli Poulsen síðstu hond á fyrstu fløguna hjá Peturi Pólsyni. Um mánaðarskiftið oktober/november verður fløgan, sum fær heitið “Koma”, í handlunum. Einki at prógva \ Átta ár eru liðin síðan Petur vann M.A. Jacobsens viðurslønina fyri fagrar bókmentir, við yrkingasavninum “Ongin sól er til”, og fýra ár eru liðin síðan Petur vann Prix Føroyar finaluna við Clickhaze. Hetta er ein listamaður, sum einki hevur at prógva, og hevur tað gott við tí. Eg eri nokkso nøgdur við mína støðu, eg vann M.A. Jacobsens virðislønina alt ov ungur, og tað kann eg ikki brúka til nógv annað enn tað, at eg pjøvist ikki at prógva nakað. Hetta er mín fyrsta solofløga, so hon er ikki uppfylgjari til nakað, og broytir ikki nakað sum eg havi gjørt fyrr, so sjálvt um hon bumbar illa, so skuffar hon ikki. Tí eingin veit hvat tey skulu vænta. Hetta hevur givið mær frælsið at gera nakað annað enn hitt, sum eg havi gjørt. Vit hava eitt produkt, sum vit eru glaðir fyri og stoltir av. Hetta verður ikki ein fløga sum selir 5000 eintøk, ella tað vænti eg ikki. Eg nokti at lata talið av seldum fløgum stýra, um hetta er ein sukkess ella eitt flopp, fyri meg er tað sukksess at klára at gera fløguna lidna, sigur Petur. Lukkuligi Petur \ Petur er vorðin pápi, hevur fingið koyrikort, keypt hús og bil, er útbúgvin lærari og starvast á skúlanum á Giljanesi. Hann sigur sjálvur, at hann er ordiliga lukkuligur, hendan sunnumorgunin kl. 8, tá vit hittast í einum bakgarði á Nørrebro. Hann virkar eisini glaður. Alla vikuna hava teir tríggir Petur, Bogi og Óli sitið og ljóðblandað fløguna, og seinni hendan dagin verður hon liðug og heilt klár til framleiðslu. Eg siti og gráti, sjálvandi innantanna, av gleði, tá eg hoyri ljóðblandaðu løgini. Á hesi fløguni havi eg verið við í allari framleiðsluni, frá lagaskriving, venjing, upptøku og til nú ljóðblandan, og tað er heilt øgiliga læruríkt. Eg havi ongantíð fyrr verið við til ljóðblandan fyrr. Óli Poulsen er okkara besti ljóðblandari. Hann er so toppprofessionellur, og hevur livað av tí í so nógv ár. Hann var tað mest upplagda valið. Hann blandaði eisini fløguna hjá Clickhaze, og tað var eg øgiliga nøgdur við. Eg ringdi til hann í mei, og sjálvt um hann ikki hevði tíð fyrr enn í september, so valdu vit at bíða eftir honum. Hetta gav okkum eisini góða tíð at gera okkum lidnar við upptøkurnar. Uppgerð við verulig ting \ Tekstirnir eru myrkir, daprir og eirindaleysir, hetta bera heitini á løgunum boð um: Jarðarferð, Einsemi, Synd, Eyma sál og Timburmenn fyri at nevna nøkur. Men hví er fløgan so døpur? Fløgan er ein uppgerð við verulig ting. Eitt slag av tekstligari uppgerð við lívið. Eg havi gjørt mær nógvan ómak við tekstunum, greiður Petur frá. Tekstirnir eru ein komprimerað suppa av onkrum. Hetta eru mínir egnu tekstir skrivaðir til mín, og bara eg skal standa inni fyri tí, sum eg skrivi. Tí er hetta meira mítt enn tildømis Clickhaze tekstirnir, har eg skrivaði til ein bólk, og eisini til Eivør at syngja. Tí gjørdist tað minni persónligt. Hesuferð bar til at vera eitt sindur meira diktatoriskur. Eg havi einki givið út seinastu árini, og broytingin í lívinum hevur gjørt meg meira bersøgnan, eg krógvi meg ikki longur aftan fyri nakað. Men jú tekstirnir avspegla kanska ikki tann Petur, sum eg eri í dag, eg eri ein glaður maður, og næsta fløga verður uttan iva glaðari. Hetta er, sum sagt, ein uppgerð við lívið og fortíðina. Men ikki alt er keðiligt t.d. havi eg skrivað ein sang til dóttur mína. Tekstirnir eru øgiliga stýrandi fyri restina av tilfarinum á fløguni, eitt nú í ljóðblandingini, hava vit valt at blanda løgini á onkran ávísan hátt, tí at teksturin leggur upp til hetta. Skrivar á føroyskum \ Hóast Petur í Clickhaze skrivaði tekstir á føroyskum og enskum, umframt at Eivør sang okkurt á donskum, so hevur Petur á síni egnu fløgu bert føroyskar tekstir, er hetta eitt umhugsað val? Ja, tað er heilt tilvitað. Fyrst og fremst, so er tað fyri ikki at gerast ein meturvøra. Tað er so nógv, sum kemur út á enskum, at man lætt hvørvur í rúgvuni. Men á føroyskum gerst tilfarið meira forkunnugt. Eg byrjaði við at skriva 3-4 tekstir á enskum, men fór burtur frá tí. Tað kennist eisini meira egið, tá tað er á føroyskum. Spontan solofløga \ Upprunin til solofløguna liggur í gamla Visble Fish samstarvinum. Eiler Hansen, ið spældi gittar í Visible Fish, kom framvið hjá Peturi, og teir sótu og spældu sær við okkurt lag, sum Petur hevði í høvdinum, men ikki dugdi at skriva ella spæla: Tá vit høvdu gjørt fyrsta lagið, so segði eg, hetta er fyrsta lagið til mína solofløgu, greiður Petur frá. Eg og Eiler arbeiddu við hesum í eitt ár, áðrenn nakar annar veruliga kom inn í verkætlanina. Samanspældur bólkur \ Í mars savnaði eg so ein bólk. Hetta er umframt Eiler og meg sami bólkur, sum spælir á konsertum við Knút Háberg Eysturstein. Tað var nokkso upplagt at velja hesar tónleikararnar. Knút hevur skrivað eitt lag á fløguni, og vit hava arbeitt nokkso nógv saman. Tí var hann upplagdur til leiklutin á tangentum. Boga havi eg spælt saman við bæði í Visible Fish og í Clickhaze. Eg ivaðist ongantíð í, um hvør skuldi spæla trummur. Uni er ein fantastiskur trummusláðari. Bassspælarin Niels Jákup í Jógvanstovu havi eg ongantíð arbeitt við fyrr, men mær dámdi væl, mátan hann og Uni svinga saman. Hann hevur eisini eina ótrúliga innliving sum bassspælari, hetta mær dámar væl. Av tí, at teir allir hava spælt nógv saman við Knút, fekk eg ein væl samanspældan bólk, so tað skuldi helst hoyrst aftur á fløguni. Orsakað av tøkniligum trupulleikum sloppu vit ikki ígongd við upptøkurnar báðar teir fyrstu mánaðarnar, so tí fingu vit vant alt tilfarið væl ígjøgnum. Hetta var bæði gott fyri innspælingina og fyri sjálv løgini. Navnframir gestir \ Petur eigur okkurt í flest øll løgini á fløguni, lagið Úr dýpinum eigur Knút Háberg Eysturstein, men her eigur Petur orðini, okkurt lag er gjørt saman við Boga á Lakjuni, tey flestu saman við Eiler Hansen. Talan er í høvuðsheitinum um nýggjan ikki fyrr útgivnan tónleik, alt uttan lagið Timburmenn, sum er ein endurinnspæling av gamla lagnum hjá Símun úr Konoy. Mær hevur altíð dámt væl hetta lagið. Bæði orð og lag eru ordiliga góð, og hóska væl til restina av løgunum á fløguni. Á lagnum syngi eg saman við Niels Arge Galán og Samal Ravnsfjall, og tað er dýrabært. Niels spælir eisini gittarsoloina. Eg havi nakrar gestir á fløguni, umframt Niels og Sámal so spælir Mikael Blak bass á tveimum løgum, og Guðrið Hansen og Kári Sverrison syngja. Eg hevði ongantíð áður hoyrt Guðrið sungið, men hon er frálík, og endaði við at syngja á trimum løgum. Á einum lagi royni eg meg sjálvur sum multiinstrumentalist, eg eri ikki multiinstrumentalist, men eg vildi sleppa at royna sjálvur, so eg spæli Rhodes, kassagittar, forriti trummur og syngi. 15 august 2005 \ P. Pólson Tað verður ofta tosað nógv um hvørt tað er betri at fara í eitt studio at taka eina fløgu upp, ella um tað ikki man vera eins frætt at gera tað sjálvur. Heima onkustaðni. Sjálvandi er tað gott at fara í eitt studio. Tað er tekniskari á einum hægri støði. Menn verða effektivari, tí at tað kostar so mikið at vera í einum studio, at tað ikki er tíð ella ráð til putlan og fjas. Í einum studio hevur tú at kalla tryggja tær, at tú fært góðar ljóðumstøður. Havi sjálvur roynt at verið í studio, og ásanni, at tað eru fleiri fyrimunur við tí. Ikki í mun til hitt, men í sær sjávlvum. Tað snýr seg eisini eitt sindur um, hvat tað er ein vil við sínum tónleiki. Í einum studio eru tað fleiri, sum stívna at kalla, og teirra spæl og framførsla verða merkt av tí, og tí kennist tónleikurin ikki eins nátúrligur, organiskur og livandi, sum hann ofta er tað, tá sami tónleikari stendur á palli. Teir heilt góðu eru sjálvandi so mikið professionellir og royndir, at tað at vera í studio hvørki nervar ella ávirkar tað stóra. Tá ætlanir um at fara í holt við at taka ”Koma” tóku seg fram, fóru vit beinanvegin at hugsa um, hvar vit skuldu fara at taka upp. Tosað varð um Jak-Zac, Skýrák, útvarpshøllina og hvørt av sínum, og tað ljóðaði alt sera spennandi. Men talan er her um eina verkætlan, sum hevur ligið og ulmað gjøgnum langa tíð millum tveir mans, sum bara sótu og funnu upp á og mentu nøkur hugskot. Tí var niðurstøðan, at upptøkurnar og venjingarnar eisini máttu hava tað neyðugu tíðina at sleppa at mennast. Og tað hendi ikki, skuldi farast í studio at skapa alt tað, menn droymdu um. Lagnan vildi tað so, at ein vinmaður Peturs kom á gólvið, og í samrøðuni segði hann, at hann hevði keypt ein bygning í Sandavági, sum hevði húsað einum blómuhandli, men sum nú hevði staðið tómur. Petur spurdi, sum ein blindur optimist, um hann ikki kundi sleppa inn har at royna um ikki nakrar tónleikaupptøkur kundu gerast har inni. Hetta varð honum játtað. Hølið er í einum kjallara, sum liggur undir vegnum. Har er ein oljufýring, betongveggir og neon ljós. Eitt vindeyga við útsýni til sjálvan vegin, sum also var áraka pannuna. Tá man hugdi ein ávísan vinkul. Hetta vindeygað varð beinanvegin avbyrgt við eini pútu. Petur hevur altíð verið fullkomiliga bergtikin av kjallarum. Síðani hann las søguna ”Notes From the Underground” eftir Dostojevskij (sum á donskum varð umsett ”Kældermennesket”) hevur hann kent seg skildan við hetjuna í teirri søgu, sum sat inni í einum kjallararúmi og eygleiddi heimin uttanfyri. Hetta hevur ávirkað hugsanir og skrivanir Peturs, og tí tóktist hetta høli honum at vera serstakliga væl hóskað til hansara ætlanir. Fleiri av tekstunum til løgini eru eisini skrivaðir við kjallarahuga. Venjingarnar gingu væl. Menn dámdu tað, teir gjørdu og teimum dámdu at spæla saman, og hetta merktist í lítla hølinum. Samskiftið var neyvt og tætt, tí at menn alla tíðina sóu hvør annan og tónleikurin fekk skap í sær sjálvum. Eg ivist, um hetta hendi, um talan var um eitt kostnaðarmikið studio (sjálvandi høvdu menn farið til verka í einum øðrvísi huglagi, men tað hevði so ikki givið tað úrslit, menn leitaðu eftir). Tað var eisini so heppið, at tað eydnaðist at fáa eitt ljóð, sum vera sera gott, soleiðis at ongin forðing var fyri at gera upptøkur í hesum sama høli. Burtur úr hesum mentist ein ætlan, sum bygdi á ”low-fi” hugtak. Minimalistiskur tónleikur í minimalistiskum umstøðum. Atmosferan inni í rúminum samsvaraði ótrúliga væl til ta atmosferu, sum menn sóu í tónleikinum, og hetta virkaði alt til, at øll ætlanin gjørdist samantvunnin av eindum og eginleikum, sum fullu saman í samljóði. Bygdasligt og fitt. Menn ótu superbar máltíðir, borðreiddar av sjálvbodnum fólki (ella tað var vermóðir Peturs, sum tó sjálvboðin borðreiddi). Vinarlig menniskju, ið vísti sera fitt tolsemi, tí at handlar eru rundan um hølið, bæði í grannahúsinum og á hæddunum omanfyri. Ongin kærdi seg nakrantíð um óljóð, sum óviað hava verið at hoyrt úr kjallarnum. Tað var rørandi at uppliva, hvussu stórur vælvilji, hjálpsemi og góðlyndi, sum henda verkætlan hevur fingið at arbeiða við. Umstøður, sum á allan hátt hava virkað til, at viljin til at fáa verkið væl úr hondum greitt, hevur verið stórur. Og tað hoyrist aftur. Trúgvi - at tá menn spæla tónleik og teimum dáma tónleikin teir spæla, teimum dáma at spæla við teim tónleikarum teir spæla saman við og teir trívast í teim umstøðum, teir virka í at tað hoyrist aftur í tónleikinum. Nú upptøkurnar eru at kalla lidnar, verður eftir at fara í holt við ljóðblandið. Tað verður gjørt í einum tipp topp studio, men eydnaðist tað at fáa góða ljóðgóðsku og viðurskifti í tónleikinum inni í kjallarnum, so fer tað eisini at bera til at fáa tað fram í einum ljóðblandi. Hetta fer at merkja, at vit hava fingið staðfest (í øllum førum fyri okkum sjálvum) at tað ber væl til at fara inn í ein kjallara og spæla eina fløgu, sum verður at hava góða ljóðgóðsku og høgt støði. At smakur fólksins er ymiskur er ein onnur søk, sum onki hevur við hetta at gera. Og ja, fjas- putlifaktorurin var munandi nógv hægri, enn um menn vóru í einum studio, men eg vil samstundis halda upp á, at tað júst til hesa verkætlanina var júst, sum tað skuldi vera, og at tað ikki á nakran hátt útíhýsur hinum (also at fara í studio). Sandavágur, august 2005 Petur Pólson Eitt sindur um ørskap og trúgv \ 14 august 2005 \ P. Pólson Tá maður setir sær fyri at fara undir eina umfatandi verkætlan, krevur tað eitt sindur av hvørjum. Ofta er maðurin ikki fullgreiður um alt, sum skal samvirka, til tess at ein slík ætlan kann setast í verk. Í sera mongum føri er tað ein blind trúgv upp á okkurt ógreitt, sum drívur mannin fram. Er verkætlan at gera eina fløgu, eru tað ótrúliga nógvir smálutir, sum skulu samvirka, áðrenn eitt líkinda úrslit yvirhøvur byrjar at fáa skap. “Koma”, sum er mín persónliga verkætlan, byrjaði bara sum eitt spontant hugskot í veruleikanum. Eiler var og vitjaði meg, vit skrivaðu eini tvey ella trý løg ein seinnapart, og eg segði alspent og neurotiskur, at “hov, hetta er mín solofløga”. Hetta var í mars mánaði í 2004. Nú eru vit farin inn í august mánaða 2005. Summarið er farið at syngja síni seinastu vers við támi, mjørka og lýggjum vindi. Síðani mars mánaða 2004 er nógv hent í mínum lívi. Hús eru keypt. Vit hava fingið eina dóttir. Sum er byrjað at ganga í vøggustovu. Sum skjótt fyllir 1 ár. Eiler hevur bygt hús og er fluttur inn. Uni hevur fingið koyrikort og keypt bil. Knút er sloppin inn á Læraraskúla. Niels Jákup og Knút fara í studio við Gestum. Alt hetta er hent síðani mars mánaða 2004, umframt ein heilt øgilig rúgva av hendinum, sum vit ikki stjala pláss til her. Mítt neruotiska sinnalag fór gjøgnum nógvar fasur. Eg segði alla tíðina at hetta var mín solofløga. Eg segði tað eisini við fólk, sum eg kanska ikki skuldi siga tað við. Men sannleikin var, at samstundis sum eg segði alt hetta, dugdi eg als ikki at síggja, at nakað slíkt kundi henda. Eg trúði heilt einfalt ikki, at tað kundi gerast. Trúði ikki, at eg hevði nóg mikið upp á hjarta. Ivaðist, um tað ikki kanska bara var ein ørur longsul eftir at sleppa at vísa reyv alment aftur. Men vit hildu á at hittast, Eiler og eg. Og vit hildu á at skriva løg. Eisini sótu Knút og eg og skrivaðu løg. Alla tíðina ivaðist eg. Og trúði. Í november mánaði 2004 kom Eiler ein túr til Sandavágs. Tað var eitt sindur av kava, og dóttir mín var góðan mánaða gomul. Við sær hevði Eiler eina fløgu. Á hesi fløgu vóru 8 ella 9 skeringar við hugskotum, vit høvdu gjørt síðani mars mánaða 2004. Og so hendi tað. Brádliga. Eg sá og eg trúði. Segði við Eiler at “hej, vit hava sku eina fløgu her”. Ikki so nógv meiri enn tað. Og Eiler samtykti við einum tónalagi, sum hevði hann alla tíðina vitað tað. Og tað hevði hann kanska eisini. Tað er so eitt. At siga seg hava tilfar til eina fløgu. Enn vóru tað bert Eiler, Knút og eg, sum høvdu samstarva nakað sum helst. Vit byrjaðu at putlast. Við tónleikin, við løgini, við hugskotini. Tosaðu um at kanska fara at tosa við tónleikarar. Finna studio. Skaffa pening. Gera fleiri løg. Tosaðu aftur og fram og yvireftir. Gjørdu av at hittast aftur í byrjanini av 2005. Seta saman skrá. Tosa við tónleikarar. Skaffa pening. Eg haldi, minnist meg rætt, at vit skrivaðu eina fíggjarætlan og sendu umsóknir áðrenn vit høvdu fingið navn á allar tónleikarnar. Kanska ikki, tó. Næstan sum av tilvild tosaði eg við ein vinmann, sum segði mær, at hann júst hevði keypt ein tóman bygning í bygdini. Eg spurdi um vit kanska kundu sleppa inn har at gera nakrar upptøkur. Ella venja til upptøkur. Hann segði, at tað kundu vit. Vit fingu loyvi at lána eina teldu við upptøkuforriti. Tosaðu við onkran, sum vildi lána okkum nakrar mikrofonir. Tónleikarnir játtaðu at koma við. Hoyrdu demo-fløgu og dámdu hugskotini. Trúðu upp á møguleikarnar, sum teir onkursvegna hómaðu. Og knappliga, eins og av tilvild, var nógv fallið upp á pláss og hekk saman. Tað, sum kanska hekk minst saman av øllum, var eg. Vit fóru í gongd seinast í mars mánaða 2005. Eitt ár eftir at fyrstu løgini vórðu skrivað. Ætlanin var at skula venja einar tvær vikur, og so byrja at taka upp. Hetta gjørdist tveir mánaðir, orsaka av tekniskum trupulleikum. Ørskapur. Men hesir tveir mánaðirnir vóru ótrúligir. Vit vandu nógv, komu at kenna løgini, góvu teimum nýggj andlit, nýggjan lit, komu at kenna hvør annan betri. Tóku myndir og video. Ótu og hugdu film. Flentu og róptu og fjákaðu. Tónleikurin mentist í ørskapi og ovfarakæti. Men alla tíðina trúðu menn upp á, at her var nakað, sum var vert at byggja á. Fólk vóru jalig. Vit fingu sera góðan stuðul frá nógvum. Onkuntíð sum í einum stórum peningasekki. Onkuntíð var tað ein tallerkur av suppu. Ella annar matur. Onkuntíð ein song at sova í. Eitt smíl og áhugi. Vit høvdu, Eiler og eg, verið í útvarpi og tosað um verkætlanina, enntá áðrenn vit høvdu tosað við allar tónleikarnar. Tosaðu sum var hetta veruligt. Blindur ørskapur. Fingu plátufelag at geva fløguna út. Sum ikki var til enn, men so dánt varð gitt í einum kjallara við ongum vindeyga. Sum vit fingu av vælvild. Upptøkurnar vórðu lidnar í juli mánaða 2005. Eg siti enn og veit ikki, hvussu eg skal enda henda stubba, tí at seinasta orðið er ikki sagt enn. Vit hava enn eftir at skula ljóðblanda verkið. Men tað er til nú. Uttan ørskapin, trúnna, vælvildina, smílini, vinskapin, gleðina, tónleikin, ber tað ikki til. Vit eru ikki før fyri at gera eina stóra business burtur úr hesum. Harragud, tað finst nóg illa ein marknaður fyri tónleiki her (enn kanska), um enn ein kann loyva sær at vóna. Men eg má siga, at við allari jaligu vælvildini eg havi møtt, sum ein blindur, ørur super optimist (við eini hulnari, innvendari, sjálvsoyðandi kraftneurosu), hevur givið mær mót uppá hetta. Ikki bara hetta, men alt: fløguna, lívið, bygdina, songina, máltíðina. Og alla tíðina skifta ættirnar. Dóttirin er nú 10 mánaðar gomul. Fer til gongu fyrsta dagin. Og eg skíti á hvussu politiska oyðimørkin sær út. Vit hava fingið prógv fyri, at fólk hava verið góð við okkum hvat hesum við viðvíkur. Og tað, um ikki annað, kann eg vera ótrúliga sannførdur um. Sandavágur, 13 august 2005 Petur Pólson |
|
|||||||||||||||||
