| Petur \ Eiler \ Boga \ Knút \ Una \ Niels Jákup \ Koma \ Making of | |||||
|
Eiler\ Føddur 5. apríl 1974. Uppvaksin í Gøtu. Eiler er giftur við Elisabeth og tey eiga børnini Julian og Jórun.
Eiler hevur altíð verið áhugaður í tónleiki. Hann minnist, at hann longu sum smádrongur kendi løg aftur, sum hann hoyrdi í útvarpi. Fyrsta popp lagið hann minnist seg dáma, var ”Uptown Girl” hjá Billy Joel. Hetta hevur verið tá Eiler var umleið 5 ella 6 ára gamal. Ella nær hatta lagið nú er frá. 12 ára gamal (ella so) fór Eiler at spæla orgul í musikkskúlaskipanini, men hetta var ikki ordiliga tað, sum fekk Eiler upp á kók, so tað gjørdist bert til nakrar heilt fáar ferðir. 13 ára gamal tók Eiler violinina fram og spældi nøkur ár, men hann sigur, at hann helt seg ikki duga nakað serliga merkisvert, og tí gavst hann við hesum. Eiler keypti sín fyrsta guitar sum 15 ára gamal. Hann keypti guitarin frá mammubeiggja sínum. Seinni tað árið fór hann ”at ganga til guitar”. Hetta var hjá Hjalta Joensen, sum hevur (og er) ein stór guitarhetju hjá hvørjum eysturingi, sum nakrantíð hevur havt ein guitarist inni í sær. Eftir hetta sat Eiler heima og spældi og lærdi seg hetta edla kynstrið, við at lurta mest møguligt eftir tónleiki fyri síðani at royna at spæla tað, hann hevði hoyrt. Í 1992 fór hann aftur á musikkskúla og tað setti rættiliga ferð á. Í 1992 byrjaði eisini bólkurin Visibility, sum seinni varð til Visible Fish. Tað vóru Derhard Olsen og Eiler, sum gingu í sama flokki í studentaskúlanum við Gøtugjógv, sum tóku seg saman og byrjaðu bólkin. Hesin bólkur helt á við styttri steðgum inntil 1999, tá vit fóru í longri steðg ella í eitt longri koma. Síðani hevur Eiler ikki verið virkin í nøkrum bólki sum so, men hevur alla tíðina roynt at hildið spælið við líka, sjálvt um tað hevur skortað nógv við tíðini seinastu tvey, trý árini. Alla okkara tíð í Visible Fish, vóru Petur og Eiler nógv saman og spældu tónleik. Skrivaðu løg sjálvir og spældu løg hjá t.d. U2. Ein stórur partur av løgunum, sum teir skrivaðu ella í øllum førum løgdu lunnar undir, vórðu seinni spæld í Visible Fish. Petur og Eiler løgdu til merkis, at hóast teir á nógvum økjum eru sera ymiskir, hava teir eina felags trongd eftir at sleppa út við tónleiki. Skemtið, teimum dáma og praktisera, er eisini sera líkt og hava teir tí eisini eitt serligt band, sum knýtir teir, bæði sum tónleikarar og sum menniskju. Hetta førir okkum so til her, sum vit eru júst nú: Eftir at Visible Fish fóru í “koma”, var Petur sera aktivur í Clickhaze, og hetta gjørdi, at Eiler og Petur ikki sóust tað stóra, men teir hava allatíðina verið í sambandi við hvønn annan. Men so gjørdu teir at enda bart og Eiler fór vestur til Petur at vitja. Endamálið var at seta seg saman at royna at gera tónleik. Og tað var júst sum í gomlum døgum. Øll hugskotini gjørdust sangir í einum ella øðrum formi. Og her spratt eisini hugsanin um at gera tónleik til eitt soloprojekt hjá Peturi. Eiler koyrir ein grønan Toyota Avensis. |
|||||
