Petur \ Eiler \ Boga \ Knút \ Una \ Niels Jákup \ Koma \ Making of
guitar/ljómborð

Bogi er føddur stytsta dag, tann 21 juni 1972. Men hann er, uttan kapping, nógv tann longsti maðurin í hesi verkætlan. Petur eigur ivasama heiðurin at vera so nógv tann stytsti. Vit kenna Boga frá bólkum sum Visible Fish og Clickhaze. Í Visible Fish spældi hann bass, meðan hann í Clickhaze spældi guitar. Tað vil við øðrum orðum siga, at Petur aldri hevur spælt tónleik í grundini, uttan at Bogi eisini hevur verið við (Tuxedo Rebels tó undantikið). Til hesa fløguna lat Bogi seg – onkursvegna eitt sindur av tilvild – í nýggjan hatt: hann roynir seg fyri fyrstu ferð sum prodúsari. Bogi hevur staðið fyri so gott sum øllum upptøkunum og tað er eisini hann sum hevur funnið ljóðið, sum tikið hevur verið upp við. Spennandi verður at síggja, um hetta er ein leistur, hann fer at fylgja framyvir.